Leygardagin 11. september skipar Foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum fyri familjudegi á Ítróttarháskúlanum í Vági
Leygardagin 11. september skipar Foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum fyri familjudegi á Ítróttarháskúlanum í Vági
Foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri familjudegi á Ítróttarháskúlanum í Vági. Tiltakið er fyri familjur at børnum, sum hava ella hava havt krabbamein. Leiðin gongur til Vágs, har Ítróttarháskúlin skipar dagin fyri okkum.
Her verður okkurt til øll. Spøl, klintra, hoppa, uppliva og hugni. Dagurin verður sjálvsagt skipaður útfrá veðrinum á degnum. Møguleiki er fyri at hava ymiskar avbjóðingar úti í náttúruni og á sjónum, umframt spennandi innandura aktivitetir.
Tiltakið er leygardagin 11. september. Fari verður við Smyrli úr Tórshavn kl. 07.00 og norð aftur kl. 18.30 av Drelnesi.
Hava til hug at koma við ella vita meira um túrin, kunnu tit ringja til Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella skriva okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.
Freistin at melda til er fríggjadagin 3. september.
Um foreldrabólkin
Foreldrabólkurin er ein sjálvhjálparbólkur hjá Krabbameinsfelagnum. Endamálið er at stuðla og ráðgeva foreldrum hvørs barn hevur ella hevur havt krabbamein og foreldrum, ið hava mist barn av krabbameini.
Bólkurin leggur dent á hugna, nærveru og at vera saman við øðrum, sum eiga eitt barn við krabbameini, ella hava mist eitt barn, og sum kenna til ta sorg og máttloysi, tað ber í sær.