Krabbameinsfelagið havt aðalfund
Krabbameinsfelagið havt aðalfund
Mikudagin 21. mars hevði Krabbameinsfelagið aðalfund. Tveir nevndarlimir stóðu fyri valið, Durita Tausen, formaður í Krabbameinsfelagnum tók við afturvali og Sonja Nielsen valdi ikki at stilla upp aftur. Nýggj í nevndini er Anna Kristina Joensen. Vit bjóða Onnu Kristinu vælkomnari og takka Sonju fyri árini hon hevur sitið í nevndini hjá Krabbameinsfelagnum.
Nevndin hevur skipa seg soleiðis:
Durita Tausen, formaður
Magnus Magnussen, næstformaður og kassameistari
Jóhan Poulsen, nevndarlimur
Olga Kristina Hansen, nevndarlimur
Anna Kristina Joensen, nevndarlimur
Tiltakslimir eru Martin Joensen og Elmar Ósá.
Heilsan frá formanninum:
Hvørt árið hevur sítt eyðkenni. 2020 hevur havt tað í ríkiligt mát, og eyðkennið hevur eitt navn. Korona.
Korona hevur merkt okkum øll, meiri og minni. Hjá teimum, sum eru álvarsliga sjúk, hevur støðan í flestu førum kenst enn tyngri. Samvera, og at kenna fløvandi góðsku og stuðul frá øðrum, ger ta tungu byrðuna lættari at bera. Tað hevur ikki borið til, hvørki sum medmenniskja, felag ella heilsustarvsfólk at veita stuðul, soleiðis sum vit plaga.
Øll hava vit tó roynt tað, sum vit kunnu.
Virksemið hjá Krabbameinsfelagnum varð sjálvandi eisini ávirkað. Hóast korona herjaði, so høvdu sjúklingar og avvarðandi tørv á at fáa hjálp, ráð og vegleiðing. Tað bar ikki til at fólk komu á gátt ella savnaðust í bólkum, so í felagnum løgdu vit stóran dent á at siga fólki, at tey altíð kundu ringja og skriva til okkara.
Støðan batnaði nokk so skjótt, og eftir summarfrítíðina í 2020 hevur virksemið tíbetur verið meiri, sum tað eigur. Fleiri av bólkunum, sum sjálvboðin standa fyri, hava havt hugnaløtur og tiltøk. Fimleikurin er aftur á skrá, og tíbetur ber til hjá fólki aftur at koma í Krabbameinsfelagið at práta við Jansy, Sólrun og Poulu. Tað er munin betri, enn bara at práta í telefon.
Óttin var eisini, at Sjúkrahúsverkið kanska ikki fór at hóra undan. Soleiðis hevur tíbetur ikki verið. Í USA og fleiri av londunum í Evropa, og eisini í okkara grannalondum, eru greið tekin um, at færri krabbameinstilburðir eru staðfestir í 2020 enn árini frammanundan. Tað er ikki sannlíkt, at tað veruliga eru færri tilburðir. Heldur er talan um, at færri eru staðfestir. Vit kunnu fegnast um, at hesa gongdina hava vit ikki sæð í Føroyum.
2020 er eisini árið, har landsstýrismaðurin í heilsumálum gjørdi av at seta sjøtul á arbeiðið at gera nýggja krabbameinsætlan. Arbeiðssetningurin er, at tilmæli skulu gerast um at fyribyrgja, staðfesta sjúkuna skjótast til ber, veita skjóta og dygdargóða viðger, veita góða og samskipaða sjúklingagongd, veita góða endurmenning, góða palliativa hjálp og at tryggja góð hagtøl á krabbameinsøkinum.
Staðfestu krabbameinstilburðirnir hava seinastu trý árini verið næstan 350 í miðal. Við nýggjari og dagførdari krabbameinsætlan er vónin hjá okkum í Krabbameinsfelagnum, at økið verður so væl skipað, at útlitini vera so góð, sum til ber hjá teimum, sum fáa boðini, at tey hava krabbamein.
Endamálið hjá Krabbameinsfelagnum er at hjálpa teimum, sum fáa boðini: ‘Tú hevur krabbamein’. Og at hjálpa teimum, sum eiga tey, sum fáa hesi boðini. Í 41 ár hevur tað borið til hjá okkum at hjálpt. Og tað hevur borið til, tí felagið fær dyggan stuðul. Frá sjálvbodnum. Fyritøkum. Feløgum. Einstaklingum. Takk fyri tykkara áhaldandi stuðul. Hann er grundarlagið undir okkara arbeiði.
Í 2020 var ætlanin at hava landsinnsavning, fyri aðru ferð í søgu felagsins. Vit vóru spent og gleddu okkum. Eingin ivi um, at tey sum skuldu súkkla við Team Rynkeby Føroyar gleddu seg og vóru líka spent at súkkla til Paris. Korona festi fót fyri tí, og tey sluppu ikki sína ferð. Kortini var stuðulin til Team Rynkeby Føroyar aftur í 2020 metstórur.
Í felagnum kendu vit tað, sum at vit fingu ein ordans bakkalóara, tá ið vit máttu avlýsa landsinnsavningina. Tíbetur lagar nógv seg við tíðini. Eisini í koronutíðini. Og hóast hetta er ársfrágreiðingin fyri 2020, fái eg ikki hildið mær at takka so innarliga og hjartaliga fyri allan tann stuðulin, sum Føroya fólk sýndi okkum til ‘Føroyar móti krabba’, sum var 27. mars í 2021.
1000 takk.
Durita Tausen,
formaður í Krabbameinsfelagnum