Adventsgáva frá stuðulsgrunninum hjá Betri
Adventsgáva frá stuðulsgrunninum hjá Betri
Krabbameinsfelagið takkar hjartaliga fyri stórfingnu stuðlsgávuna á kr. 50.000,- frá stuðulsgrunninum hjá Betri.
Krabbameinsfelagið bjóðar eina røð av ymiskum tilboðum og tiltøkum. Eitt nú persónligar samrøður, familjusamrøður, samrøðubólkar, rørslutiltøk, fíggjarligan stuðul o.a.
Vit veita hjálp, ráðgeving og vegleiðing til fólk við krabbameini, teirra avvarðandi og teimum, sum hava mist.
Adventsgávan er ein kærkomin stuðul og er við til framhaldandi at menna arbeiðið hjá felagnum.