18-12-2020
Krabbamein og korona í Føroyum

Í fleiri londum uttan um okkum, hevur koronufarsóttin ávirkað, hvussu nógvir krabbameinstilburðir eru staðfestir. Eftir øllum at døma er korona handfarin so mikið skynsamt í Føroyum, at vit ikki síggja hesa gongdina.
Krabbamein og korona í Føroyum
Í fleiri londum rundan um okkum er talið av nýstaðfestum krabbameinstilburðum lægri orsakað av koronufarsóttini. Eftir øllum at døma er korona handfarin so mikið skynsamt í Føroyum, at vit ikki síggja hesa gongdina.
Hetta vísir Marnar Fríðheim Kristiansen, ph.d. lesandi, á í grein, sum hann hevur skrivað fyri Krabbameinsfelagið.