Movember
Movember
Formaðurin í prostatabólkinum hjá Krabbameinsfelagnum eitur Eirikur Ólason Simonsen. Eirikur var bara 53 ára gamal tá hann fekk staðfest prostatakrabba. Sjúkan var rættuliga aggressiv og læknin á Ríkissjúkrahúsinum segði, at um sjúkan ikki varð funnin av tilvild tá, so hevði verið ov seint, tí hol var komi á uttasta lagi av prostata, tað var bara ikki fari víðari enn. Eirikur varð loftaður í evstu løtu.
Í 2012 skolaði eitt nýtt rák inn yvir Føroyar. Brádliga lótu menn yvirskeggi vaksa allan november mánað. Movember, var navnið á nýggja rákinum, ein samanrenning av ensku orðunum november og moustache, ið vendi sær til menn og eggjaði teimum at lata yvirskeggi vaksa fyri at varpa ljós á mannfólkaheilsu og prostatakrabba.
Tað vóru tveir vinmenn, sum hittust á eini barr í Avstralia í 2003, sum fingu hugskotið til at lata yvirskeggi vaksa og samstundis varpa ljós á mannfólkaheilsu og prostatakrabba. Fyrsta árið bleiv eingin peningur savnaður inn, men nú 17 ár seinni er Movember vorðið eitt heilsufremjandi, sosialt og altjóða átak, ið varpar ljós á prostatakrabba, testikkulkrabba, sálarliga vælveru, sjálvmorðsfyribyrging og heilsutrupulleikar hjá monnum.
Vælgerandi felagsskapurin handan Movember letur árliga fíggjarligan stuðul til 1.200 verkætlanir kring allan heim, ið virka fyri at betra um heilsuna hjámonnum.
Síðani 1995 eru staðfestir 538 tilburðir av prostatakrabba í Føroyum. Prostatakrabbi verður mettur at vera tað slagið av krabbameini, ið raka flest mannfólk. Talan er um krabbamein í bløðruhálskertlinum, ið liggur beint undir landbløðruni. Mett verður at tað árliga doyggja umleið tíggju føroyskir menn av prostatakrabba.
Ikki bíða
Hóast talan er um eina sjúku, ið rakar eina rúgvu av føroyskum monnum á hvørjum árið, so er ringt at fyribyrgja hana, tí sjúkueyðkennini eru heldur ógreið.
-Tað mest vanliga teknið er at man skal oftari á vesi. Serliga um næturnar. Harumframt kunnu kynsligu førleikarnir vikna, sigur Eirikur Ó. Simonsen.
Hann heitir tó á allar menn, at lata seg kanna, um tað er tann minsti ivi um, at okkurt er, sum tað ikki eigur at vera. Tí tíðin er avgerandi í viðgerðini.
-Tað er ymiskt hvussu menn finna út av at teir eru sjúkir. Men fert tú at merkja okkurt, so er at siga frá beinanvegin, tí tíðin hevur nógv at siga. Og um tað verður funnið tíðliga er betur møguleiki fyri at tað verður grøtt, sigur Eirikur Ó. Simonsen.