Krabbameinssjúklingar uppliva manglandi samanhang í viðgerðini
Skiftandi starvsfólk og trupulleikar at koma í samband við rætta viðkomandi eru nakrar av avbjóðingunum hjá føroyskum krabbameinssjúklingum. Eisini siga summi, at tey hava ikki fult álit á skipanini.
Hetta eru nakrar av niðurstøðunum í kanning sum Birna Mohr Joensen, Sonja Nielsen og Ása Róin hava gjørt í samstarvi við Fróðskaparsetrið, og sum nú kann lesast á miðlinum Dovepress.
Endamálið við kanningini var at fáa eina mynd av, hvussu føroyskir krabbameinssjúklingar uppliva sjúkuna, viðgerðina og røktina, og soleiðis spjaða til vitanina um krabbameinssjúklingar sum búgva í smáum samfeløgum.
Samrøður eru gjørdar við átta sjúklingar ímillum 40 og 80 ár, har hesi hava greitt frá sínum upplivingum.
- Hóast talan er um fáar luttakarar, so gevur kanningin eitt innlit í, hvussu upplivingin er av skipanini í einum lítlum og fjarskotnum samfelagi, verður sagt.
Kanningin varð gjørd sum partur av MSc útbúgving í heilsuvísindum og er eisini stuðlað av Krabbameinsfelagnum.