Samrøðubólkur fyri makar hjá monnum, sum hava ella hava havt prostatakrabba
Tá krabbamein rakar, broytist gerandisdagurin, og tey avvarðandi skulu taka støðu til nógv nýggj viðurskifti, bæði praktisk og kensluliga. Mitt í sorg og stúran skal makin hjá tí sjúka hava orkuna til at hjálpa, ugga og fáa gerandisdagin at virka sum best.
Vit vita, at stuðul frá makanum hevur alstóran týdning fyri tann, ið er sjúkur, og at tað eru nógvar avbjóðingar og krøv til makan. Tí bjóðar Krabbameinsfelagið makum at monnum við prostatakrabba at koma í ein samrøðubólk.
Vit vita eisini frá royndum, at hóast makin er vorðin sjúkufríur, verður lívið ikki altíð tað sama sum áður. Ofta eru nógv seinárin at stríðast við. Seinárinini ávirka bæði tann, ið hevur verið sjúkur og makan. Virðini kunnu vera broytt, útsjóndin kann vera broytt, orkan kann vera munandi minni, kroppsførleikar kunnu vera mistir, tykkara sosiala lív og umgangur kann verða broyttur og ofta er kynslívið í ein stóran mun ávirkað av árinunum.
Í samrøðubólkinum kanst tú fáa góð ráð ella bara fáa sett orð á hvussu ørkymlandi tað kann verða at vera maki. Tú fært eitt frírúm til at tosa við aðrar kvinnur, ið vita hvat tú tosar um. At tosa um evni, sum ofta eru tabu at tosa um, undir tryggum umstøðum og í trúnaði.
Ynskir tú at hoyra nærri um bólkin fyri makar hjá monnum, sum hava ella hava havt prostatakrabba ella hevur tú spurningar til tilboðini hjá Krabbameinsfelagnum kanst tú seta teg í samband við okkum við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo.
Vinarliga boða frá luttøku áðrenn mánadagin 18. november kl. 12.00
Vegna bólkin
Johild Ziskason