Fivaldar á Sólorkuferð
Fivaldar á Sólorkuferð
Íðkarar á fimleikarliðnum Firvaldar hjá Krabbameinsfelagnum slógu seg saman og fóru á Sólorkuferð. Við teimum var Beinta Malena Sørensen, sum hevur vant firvaldarnar, hvønn fríggjadag, hetta seinasta fimleikarárið. Á ferðini vandu tey 2 ferðir um dagin og heimaftur komin vóru øll samd um at túrurin var sera væleyðnaður. So mikið væleyðnaður at tey longu nú arbeiða við at skipa fyri einum túri somu tíð komandi ár.
FIRVALDAR EITT TVØRFAKLIGT SAMSTARV
Fimleikafelagið Ljósið í Havn, hevur saman við Krabbameinsfelagnum, eitt fimleikalið, ið nevnist Firvaldar. Fimleikurin er fyri øll, sum hava, hava havt ella eru í viðgerð fyri krabbamein, og teirra avvarðandi.
HVÍ RØRA SEG?
Vit venja konditión, styrki og innaru ró. Ùtgangsstøði verður tikið í hvat hvør einstakur megnar. Avvarðandi eru vælkomin við at íðka og stuðla, og ynskja vit eisini, at hetta verður eitt gott høvi at uppliva nakað jaligt saman.
Miðvís kropslig venjing eftir sjúku og í sambandi við viðgerð, økir mótstøðuføri
- Minkar um ”møðina”
- Gott ímóti vaml
- Betrar konditiónina
- Styrkir vøddarnar
- Gevur sálarliga vælveru
- Betrar um lívsgóðskuna
Tað er ókeypis at luttaka
Ynskir tú at hoyra nærri um fimleikin ella hevur tú spurningar til tilboðini hjá Krabbameinsfelagnum kanst tú seta teg í samband við okkum við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo
Firvaldar hava ein bólk á Facebook har kunning og annað samskifti fer fram. Bólkurin eitur Firvaldar. Sí https://www.facebook.com/groups/426427107435633/