Kom til hugnaløtu hjá bróstkrabbabólkinum Bót til Bata
Kom til hugnaløtu hjá bróstkrabbabólkinum Bót til Bata
Hevur tú, ella hevur tú havt bróstkrabba? Hóskvøldið 6. juni kl. 19.00 skipar bróstkrabbabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum fyri hugnaløtu á Grønlandsvegnum 58 í Havn.
Umframt hugna og prát kemur Anne Lisa Davidsen úr Lip- og lymfødembólkinum at greiða frá um lymfødem og um nýggjastu vitan og viðgerð fyri lymfødem.
Kom við og fá eitt prát við kvinnur, kvinnur sum eru í somu støðu, ella hava verið í somu støðu sum tú. Vit fáa eisini ein góðan drekkamunn.
Hugnaløtan verður hóskvøldið 6. juni kl. 19.00 á Grønlandsvegnum 58 í Havn.
Vinaliga boða frá luttøku á kmf@krabbamein.fo ella á telefon 317959, innan mikudagin 5. juni kl. 15.00, so vit vita hvussu nógvar vit skulu gera drekkamunn til.