HPV-koppseting
Gongur nógv betri at fáa gentur at koppseta seg
Í Føroyum fóru vit undir at koppseta gentur fyri HPV ókeypis tann 1. januar 2009. Byrjað varð við gentum, sum vóru fyltar 14 ár, og seinni varð tilboðið víðkað til gentur niður í 12 ár. Eins og í Danmark fall talið av gentum, ið lótu seg koppseta, ógvusliga í nøkur ár, men nú tykist gongdin verða vend.
Dreingir fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri HPV
Eftir ætlan fáa dreingir, sum eru 12 ár, tilboð um ókeypis koppseting fyri HPV í summar. Játtan er á fíggjarlógini fyri 2019 til endamálið.
Fleiri av okkara grannalondum hava seinnu árini gjørt av, at tilboðið eisini eigur at fevna um dreingir, tí koppsetingin vísir seg at hava fleiri fyrimunir fyri heilsuna hjá dreingjum eisini, bæði í mun til ávís sløg av krabbameini og aðrar sjúkur.
Les meira á heimasíðuni hjá Heilsu- og Innlendismálaráðnum her.
Í dag er tað soleiðis, at gentur og kvinnur, sum eru føddar 1. januar 1985 ella seinni, kunnu, tá tær hava fylt 12 ár, verða koppsettar ókeypis ímóti HPV-virus. Koppsetingin skal verða framd innan kvinnan fyllir 28 ár
Kelda: www.himr.fo