Vaktir til Føroya vakrasta hálvmaraton #FVHM
Vaktir til Føroya vakrasta hálvmaraton #FVHM
Aftur í ár skipa ítróttarfelagið Frælsi, í Vágum, og Krabbameinsfelagið fyri hálvmaraton renning og gongu½maraton. Teinurin runnið og gingið verður er úr Gásadali og til kirkjuna í Sandavági. Føroya vakrasta hálvmaraton verður 7. september 2019 og okkum tørvar vaktir, og eru vit takksom fyri alla hjálp vit fáa.
Vaktirnar skulu vænta at standa í umleið 4 tímar. Á postunum skulu vaktirnar bjóða luttakarunum vatn og orkudrykk, so gott er um tit hava eitt lítið borð við og stólar um tit ikki orka at standa í 4 tímar. Eisini er sera umráðandi at vera ílatin eftir veðrinum.
Eins og undanfarin ár verður møguligt bæði at ganga og renna hálvmaraton. Tey sum ganga byrja 1 tíma áðrenn, so bæði gangarar og rennarar koma á mál nøkulunda samstundis. Rutan hjá teimum sum ganga er tann sama sum hjá teimum, ið renna. Vaktirnar møta kl. 10.00 í skúlanum á Giljanesi har tit fáa kunning, dunkar við vatni, gløs, ruskspannir v.m.
Liggur fyri hjá tær at standa vakt fyri okkum, kanst tú senda okkum teldupost á kmf@krabbamein.fo ella ringja til okkara á telefon 317959. Tú kanst eisini seta teg í samband við okkum umvegis Facebook vangan hjá Krabbameinsfelagnum. Freistin at tekna seg sum vakt er mikudagin 4. september kl. 15.00.
GG! Minnist til at upplýsa navn og telefonnummar hjá øllum vaktum.
Um tit hava fleiri spurningar viðv. at standa vakt ber til at ringja til Lailu Jacobsen fyriskipara hjá Ítróttarfelagnum Frælsi á telefon 274460.