Gongu½maraton sunnudagin 3. juni
Gongu½maraton
Sunnudagin verður Tórshavn maraton. Veðrið sær út til at fara at verða gott og hevur tú ikki teknað teg, so ber tað enn til. Hættar tú tær ikki at ganga ½ maraton, so kanst tú í staðin ganga 1,6 km ella 5 km. Tú kanst tekna teg her.
Eisini gleðast vit um, at nú eru nóg nógv, sum hava teknað seg at standa vakt. Kunning er send øllum teimum, sum hava bjóðað seg fram og tí heita vit á tey at kanna teldupostin hjá sær.
Mikukvøldið kl. 19:30, er kunnandi fundur fyri vaktunum í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, á Grønlandsvegi 58.