Kom til hugnaløtu hjá Lip- og lymfødembólkinum

Kom til hugnaløtu hjá Lip- og lymfødembólkinum
Hevur tú lipødem ella lymfødem? Hóskvøldið 8. februar verður hugnaløta hjá Lip- og lymfødembólkinum hjá Krabbameinsfelagnum. Við til løtuna verður Eliesar Olsen, serlækni, ið kemur at siga eitt sindur um nýggjastu vitan og viðgerð innan lip- og lymfødem. Eisini verður okkurt til matna og ein drekkamunnur á skránni.
Hugnaløtan verður hósdagin 8. februar kl. 18.30 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegnum 58 í Havn.
Vinaliga boða frá luttøku á kmf@krabbamein.fo ella á telefon 317959, innan mikudagin 7. februar kl. 12.00, so vit vita hvussu nógv vit skulu gera drekkamunn til.
Vinaliga
Eyðbjørg Djurhuus, forkvinna í Lip- og lymfødembólkinum