Sjey tekin at geva sær far um
Sjey tekin at geva sær far um
Fleiri ymisk tekin kunnu vera um, at krabbamein ger um seg, og vísir okkurt av teimum seg, er umráðandi at fara til lækna. Kræftens Bekæmpelse í Danmark hevur almannakunngjørt sjey høvuðstekin, sum Krabbameinsfelagið eisini vísir á. Tekinini sært tú her
1. Trupulleikar við at svølgja
Gev tær far um :
- Trupulleikar í ein mánað við at svølgja
- Kensluna av, at okkurt situr fast í hálsinum
- Pínu, tá tú svølgir
Áhaldandi trupulleikar við at svølgja kunnu standast av hálsbruna. Men talan kann eisini vera um krabbamein. Umráðandi er tí at fara til lækna.
2. Lætnar brádliga
Gev tær far um:
- Tú lætnar, hóast tú ikki roynir
- Tú lætnar, hóast tú ikki broytti matvanar ella íðkar
- Tú lætnar óvanliga nógv, tá tú roynir at klænka
Tú kanst lætna óvæntað av ymsum orsøkum. Ein orsøk kann vera krabbamein. Umráðandi er tí at fara til lækna.
3. Áhaldandi hosti og hæsi
Gev tær far um:
- Hosta, sum heldur fram meira enn ein mánað
- Hosta, sum broytist • Hosta við blóðigum slími
- Hæsi, sum varar ein mánað
Varandi hosti og hæsi kunnu standast av fleiri orsøkum. Ein teirra kann vera krabbamein. Umráðandi er tí at fara til lækna.
4. Óvæntað bløðing
Gev tær far um:
- Blóð í skarni, landi ella sáði
- Bløðing úr skeið eftir skiftisár
- Bløðing úr skeið undir samlegu
- Plettbløðing í sambandi við kropsligt virkni
Óvæntað bløðing kann standast av ígerð, rivum ella hemoridum. Men hon kann eisini standast av krabbameini. Umráðandi er tí at fara til lækna.
5. Broytt móðurmerki ella ólekt sár
Gev tær far um:
- Móðurmerki, sum broytir stødd, skap ella lit
- Móðurmerki, ið fær skruvu ella bløðir
- Móðurmerki, sum skriðar ella kennist øðrvísi
- Sár á húðini ella í munninum, sum ikki lekist innan ein mánað
- Sár ella varandi útbrot við ella á kynsgøgnum
Broytt móðurmerkir ella sár, sum ikki lekjast, kunnu standast av góðkynjaðum móðurmerki ella ígerð. Men tey kunnu eis ini standast av krabbameini. Umráðandi er tí at fara til lækna.
6. Broyttir vanar á vesi
Gev tær far um:
- Skiftandi hart lív og leyst lív í tvær vikur
- Eina kenslu av, at tarmarnir ikki tømast
- Búkilsku í meira enn tvær vikur
- Áhaldandi leyst lív ella hart lív
Broyttir vanar viðvíkjandi opning kunnu standast av mateitran, magasótt, leysum lívi ella hørðum lívi. Men talan kann eisini vera um krabbamein. Umráðandi er tí at fara til lækna.
7. Knyklar og hovnir kropspartar
Gev tær far um:
- Knyklar í brósti
- Knyklar undir hondini, í lærkrika ella hálsi
- Knyklar í steinum ella hovnar steinar
- Knyklar aðrastaðni á kroppinum
Knyklar ella hovnir kropspartar kunnu standast av ígerð, bløðrum ella góðkynjaðum knyklum. Men talan kann eisini vera um krabbamein. Umráðandi er tí at fara til lækna.