Ph.d.-verja: Marnar Fríðheim Kristiansen
Verkætlanin er stuðla av Team Rynkeby Føroyar grunninum við kr. 600.000 og kr. 100.000 frá Krabbameinsfelagnum.
Niðurstøðan í granskingini vísir, at krabbameinstíttleikin sum heild var lægri í Føroyum enn í Norðurlondum, men at deyðatíttleikin var á umleið sama stigi. Gjøllari kanningar eiga at verða gjørdar av, hví føroyskir sjúklingar hava lægri yvirliving.
Lesið samandráttin av ritgerðini her.
Eitt eintak av ph.d.-ritgerðini liggur frammi á Landsbókasavninum.
Verjan er opin fyri almenninginum.