08-04-2022
Bróstkrabbabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til hugnaløtu
![](/Files/Billeder/N%C3%BDggj%20heimas%C3%AD%C3%B0a/B%C3%B3lkar/B%C3%B3t%20til%20Bata/brystkraeft-5ur00nCeYrmKnrRYbuquBA.jpg)
Bróstkrabbabólkurin, Bót til bata, hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum kvinnum, sum hava ella hava havt bróstkrabba ella undanstig til bróstkrabba til eina hugnaløtu hóskvøldið 28. apríl kl. 18.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegi 58 í Havn.
Petra Thomsen, ið hevði krabbamein í 2018 og Andrea Lygia Popescu, ið hevði krabbamein í 2019 , fara at tosa um hvussu tað var at fáa staðfest bróstkrabba, hvussu tær fótaðu sær og hvussu tær hava tað í dag.
Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð.
Um tú ynskir at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi hósdagin 28. apríl, kl.12.00 á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo