Undirlívsbólkurin bjóðar til hugnaløtu
![](/Files/Billeder/N%C3%BDggj%20heimas%C3%AD%C3%B0a/B%C3%B3lkar/Undirl%C3%ADvsb%C3%B3lkurin/ulb3.small.jpg)
Gunnvá A. Hansen, ið hevði krabbamein í 2007, og Halda Hansen, ið hevði krabbamein í 2019 og aftur í 2021, fara at tosa um hvussu tað var at fáa staðfest krabbamein, hvussu tær fótaðu sær og hvussu tær hava tað í dag.
Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð.
Um tú ynskir at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi mánadagin 25 apríl, kl.12.00 á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo