Prostatabólkurin skipar fyri tiltakið mikukvøldið 2. juni kl. 19.00
![](/Files/Billeder/N%C3%BDggj%20heimas%C3%AD%C3%B0a/B%C3%B3lkar/Prostatab%C3%B3lkurin/Prostata2.jpg)
Tiltakið verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58, í Havn. Vónandi verða vit fjølmentir og nýggir luttakarir eru altíð vælkomnir.
Skráin fyri kvøldið:
-Drekkamunnur
-Vælkomin og taka samanum hvat er farið fram síðan seinast
-Presentatión av møguligum nýggjum luttakarum
-Poul Michelsen sigur frá síni sjúkrasøgu seinastu árini
-Møgulig uppskot av evnum til komandi fund
GG! Um tú kennir onkran, sum er í somu støðu sum vit menn, ið hava, ella hava havt, prostata krabba – eru hesir altíð vælkomnir, at vera við.
Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma í seinasta lagi mikudagin 2. juni kl. 12.00, á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo.
Vinarliga
Eirikur Ólason Simonsen, fm. í prostatabólkinum