Kunnandi tiltak um eftirlit eftir viðgerð fyri bróstkrabba
![](/Files/Billeder/N%C3%BDggj%20heimas%C3%AD%C3%B0a/T%C3%AD%C3%B0indi/MichaelAndersson-960x540.jpg)
Mánkvøldið 16. apríl verður kunnandi tiltak um eftirlit eftir viðgerð fyri bróstkrabba
Landssjúkrahúsið fer í næstum at broyta eftirlitsgongdina hjá kvinnum, ið ganga til eftirlit eftir viðgerð fyri bróstkrabba.
Í hesum sambandi skipar Landssjúkrahúsið fyri kunnandi tiltaki í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, mánakvøldið 16. apríl kl. 19.00 til 20.30
Michael Andersson, yvirlækni, dr. med., og serlækni í bróstkrabba fer at greiða frá.
Kaffi og te verður at fáa og høvi verður at seta spurningar!
Øll eru vælkomin