Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Faldarar
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
    • Í viðgerð uttanlanda?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Hjálparbólkar
    • Enn kvinna - filmur
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Kostráð
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • HPV-koppseting
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Tilmæli um palliatión
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • Grannakaffi
    • Tilmelding
    • Grannakaffi søgur
    • Uppskriftir
    • Undanfarin Grannakaffi
    • Miðlar
    • Spurningar og svar
  • en

Um felagið

  • Nevndin
    • Formaðurin - Tú missir onki við at vænta tað besta
  • Starvsfólk
  • Viðtøkur felagsins
  • Virkið felag síðan 1979
  • Búmerkið
  • Ársfrágreiðing
  • Heilsan frá Siri Stenberg
  • Tilmæli um palliatión
  • Limaskapir
  • Greinar

 

 

 

Tú missir onki við at vænta tað besta

 

Forkvinna í Krabbameinsfelagnum er Durita Tausen. Hon gjørdist sjálv sjúk av krabbameini í 2011 og fekk nógva hjálp frá felagnum. Tá hon var vorðin frísk og fekk áheitan um at koma í nevndina, ivaðist hon í, um hon skuldi halda fram at seta seg sjálva í samband við sjúkuna. Men hon játtaði, tí hon heldur, at hjálpin, felagið veitir sjúklingum og avvarðandi, hevur alstóran týdning. Tankarnir eru nógvir, tá sjúkan rakar, men vónina mugu vit ongantíð missa, sigur hon

 

Árið 2011 var truplasta árið í lívinum hjá tí kvinnuni, sum nú er forkvinna í Krabbameinsfelagnum, tí í mai hetta árið fekk hon staðfest krabbamein í eggjastokkunum, varð løgd undir skurð í skundi og fekk seks fyribyrgjandi kemoviðgerðir.

 

Alt byrjaði við, at hon kendi seg illa upplagda í nærum eitt hálvt ár. Hon var móð, hevði fepur og fekk eisini lungnabruna. At enda fekk hon ikki ligið og sovið, men sat. Tá hon fekk pínu út í vinstra arm, ringdi hon til vaktlæknan, tí hon var sannførd um, at okkurt var galið við hjartanum.

 

Kommunulæknin sendi hana stutt eftir til onkologin á Landssjúkrahúsinum, og har fall dómurin: Hon hevði ein stóran svøll í eggjastokkunum, sum skuldi takast beinanvegin.

 

Gjørdist virkin

Lívið hjá Duritu Tausen broyttist fullkomiliga av døpru boðunum, og ótti kom á hana. Men hon settist ikki hendur í favn. Hon leitaði fram allar upplýsingar, hon kundi finna um avleiðingarnar av sjúkuni og viðgerðarmøguleikar, og setti seg í samband við Krabbameinsfelagið.

 

Altavgerandi fyri hana var, at hon kundi greiða onkrum frá sínum ótta og fáa skil á tonkunum. Í samrøðum við annan terapeutin hjá Krabbameinsfelagnum og í bólkaterapium, ið felagið bjóðar, fekk hon sett orð og myndir á sínar tankar.

 

”Tað hjálpti sera væl at sleppa at tosa um støðuna og greiða frá henni á ymsan hátt. Eitt tilboð var listterapi, har vit í einum bólki skuldu arbeiða við okkara kreppu við at skriva, tekna og mála. Eitt annað tilboð var undirlívsbólkurin, har kvinnur við krabba í undirlívinum og avvarðandi tosaðu um sína støðu. Tað hjálpti væl at hoyra, hvat hini hugsaðu,” sigur Durita Tausen.

 

Í samrøðunum við terapeutin fekk hon sorterað sínar tankar. Hon var farin í kemoviðgerð og var framvegis bangin.

 

”Eg varð t.d. spurd, um eg ræddist sjúkuna, ella um eg ræddist viðgerðina. Tá uppdagaði eg, at eg ræddist at fáa ilt av viðgerðini, og tað var so eitt stig framá, tí óttin var fluttur frá sjúkuni,” sigur hon.

 

Var opin um sjúkuna

Durita varð skorin 21. juni í 2011 og fekk fyribyrgjandi kemoviðgerðir til oktober. Aftaná mátti hon vóna tað besta, men avleiðingarnar av kemoviðgerðini vóru sjónligar, og tað nívdi. Tað ringasta var at missa hárið. Tá hon fór út, hevði hon turriklæði á høvdinum, og tá hon hugdi upp á fólk, sá hon í teirra eygum eina spegling av tonkum um deyðan. 

 

Men hon møtti eisini fólki, sum høvdu verið sjúk og søgdu, at tey vóru vorðin frísk aftur. Durita ásannaði, at tað góða við at búgva í einum lítlum landi er, at umsorganin er stór. Men hon skuldi eisini lata seg í brynju, tá hon fór út, tí væntast kundi altíð, at onkur spurdi um sjúkuna.

 

”Eg búraði meg tilvitað ikki inni, so eg fór til handils, í kirkju hvønn sunnudag og át úti saman við vinfólkum. Eg helt, at eg var ein, sum fór at krógva meg í tílíkari støðu og ikki vilja tosa yvirhøvur, men soleiðis var eg ikki. Eg skrivaði kunnandi teldupostar til fólk um mína støðu, so bæði eg og míni næstu sluppu undan at svara spurningum allatíðina. Men ongin máti at reagera er tann rætti. Fyri summi hjálpir tað at tosa um sjúkuna, og fyri onnur kennist rætt ikki at vera opin. Tað rætta er tað, sum er best fyri hvønn einstakan,”sigur Durita Tausen.

 

Tankar um deyðan

Daprastu tankar hennara vóru um deyðan. Hon legði sína egnu jarðarferð til rættis og valdi m.a. sálmarnar, sum skuldu syngjast.

 

Í dag smílist hon, tá hon greiðir frá, at tilrættisleggingin kom í drag, tá hon fór at ivast í, hvagar pengagávurnar skuldu sendast. Skuldu tær fara til Krabbameinsfelagið? Tað gav góða meining. Men tær kundu eisini farið til Vesturkirkjuna, har hon hevur sitið í kirkjuráðnum í 20 ár, ella til skótarnar, har hon eisini hevur verið virkin.

 

Avgerðina slapp hon tíbetur undan at taka, tí eftir viðgerðirnar fór hon smátt um smátt at koma fyri seg. Dagbókin var ein trúgvur fylgisveinur hvønn dag, serliga tá løturnar vóru tungar. Hon skrivaði manga bøn í dagbókina, og hon bæði prátaði sáttliga við Guð og skeldaði hann.

 

Til arbeiðis so líðandi

Durita var í 2011 og er framvegis varastjóri á Gjaldstovuni á Argjum. Til arbeiðis fór hon aftur eftir viðgerðirnar so skjótt, hon kundi. Men ikki heilar dagar. Tað týdningarmesta var at koma av húsum og gera so nógv, sum orkan loyvdi.

 

”Eg var ikki fulla tíð til arbeiðis fyrr enn eitt ár eftir skurðviðgerðina. Betri var at fara nakrar tímar avstað hvørja ferð og so heimaftur. Nógv av tí, sum tyngir teg, er tankar, og sleppur tú úr teimum eina løtu, hjálpir tað. Tað er eisini ein sigur at koma avstað, og møtir tú javnan á arbeiðsplássinum, verður tú at enda ikki so áhugaverd sum tann sjúka,” sigur Durita Tausen.

 

Men gekk væl at koma spakuliga í gongd aftur, gekk longri tíð, áðrenn hon tordi at leggja ítøkiligar ætlanir um framtíðina. Regluligu kanningarnar, hon gekk til, vístu, at alt var í lagi eftir viðgerðirnar, men óttin fyri einum afturstigi esjaði í sálini.

 

”Í trý ár legði eg ongar ætlanir, tí óttin fyri ringum boðum spøkti framvegis, men so fekk eg álitið á lívið aftur. Eg gekk ein dagin úti og hugsaði, og mítt lív hevði verið lætt, og knappliga kom mær til hugs, at eg hevði havt krabbamein. Sjúkan var ein sorgartilgongd, men á veg úr henni sá eg bæði veðrið og náttúruna betri, og eg gleddist um at síggja ein spurv ella eitt smíl. Tú gerst tilvitað um at liva, tá sjúka hevur hótt teg,” sigur Durita.

 

Forkvinna í felagnum

Tá hon var komin fyri seg aftur, vóru boð eftir henni at stilla upp til nevndina í Krabbameinsfelagnum. Tað var Jákup Olsen, undanfarni formaðurin, sum heitti á hana um taka eitt tørn í felagnum.

 

”Mítt ivamál var, um eg skuldi verða hangandi í krabbasjúkuni á hendan hátt, men tann tankin hvarv skjótt. Tað gevur meining at vera forkvinna í felagnum, tí tað, vit duga, er at vera umboðið fyri sjúklingin og tey avvarðandi. Tí læknaliga havi eg ikki serliga nógv skil fyri, so mín vitan er tann, eg fekk, tá eg sjálv var sjúklingur. Hin vitanin er í nevndini við hinum nevndarlimunum, og hon hevur sjálvandi stóran týdning,” sigur Durita Tausen.

 

Krabbameinsfelagið er privat felag, sum livir av gávum og støðugt eisini roynir at gera sína ávirkan galdandi mótvegis myndugleikunum. Lobbyisman er ein balansugongd, ásannar forkvinnan.

 

”Jákup var siðiligur og skapti virðing um felagið, og sjálv eri eg meira snarsint. Men umráðandi er, at vit ávirka á rættan hátt og ikki skapa stríð, so onki kemur burturúr. Kortini skulu vit vera áhaldandi, tí bara á tann hátt kemst á mál. Haraftrat haldi eg, at tað er týdningarmikið, at vit veita so góða hjálp og ráðgeving um rættindir og skyldur hjá sjúklingunum sum gjørligt,” sigur Durita.

 

Til tess er skrivstovan tøk at svara spurningum vanligar gerandisdagar, og sosialráðgevi er eisini knýttur at felagnum. At tænasturnar hjá felagnum hjálpa, veit forkvinnan av egnum royndum. Ymiskt annað hjálpti henni eisini, meðan hon var sjúk - vinfólk, sum ruddaðu húsið fyri hana, grannar, sum bóru henni ein posa av bollum av og á, og vinkonur, sum buðu henni til nátturða.

 

”Eisini trúgvin hjálpti mær. Eg segði onkuntíð, at um Guð er almáttugur, mátti hann kunnað hjálpt mær. Hinvegin hugsaði eg, at tað var láturligt at vænta tað besta, tá útlitini vóru so vánalig sum í mínum føri. Men tú missir onki við at vænta tað besta,” sigur Durita Tausen.

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim