Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Um felagið

  • Nevndin
  • Starvsfólk
  • Viðtøkur felagsins
  • Virkið felag síðan 1979
  • Búmerkið
  • Ársfrágreiðing
  • Heilsan frá Siri Stenberg
  • Krabbameinsætlanin
  • Tilmæli um palliatión
  • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
  • Limaskapir
  • Greinar
    • Altíð til reiðar at hjálpa

 

Altíð til reiðar at hjálpa

Tey flestu, sum fáa krabbamein, missa fótfestið, tí tey fara at óttast fyri lívinum. Krabbameinsfelagið veitir sjúkuraktum og avvarðandi góð ráð og mong tilboð í avbjóðandi støðuni. Dagligur leiðari á ráðgevingini er Jansy Gaardlykke. Mest av øllum fegnast sjúk og avvarðandi um, at onkur vil lurta og vegleiðir, tá sjúkan hóttir, sigur hon

 

Tænastan er ókeypis, og tær, sum ráðgeva hjá felagnum, eru báðar sjúkrarøktarfrøðingar og hava terapeutiska útbúgving. Jansy Gaardlykke hevur verið longst á ráðgevingini. Hon byrjaði longu í 1996. Frammanundan hevði hon arbeitt sum heimasjúkrarøktarfrøðingur, á Lágargarði, Ríkissjúkrahúsinum, B7 og á onkologisku deild á Landssjúkrahúsinum. Jansy hevur hesi árini sæð stóra tørvin á ráðgeving, tá krabbameinssjúkan rakar.

 

”Av øllum óbodnum gestum í okkara lívi er krabbamein ein hin mest ófrættakendi. Vit hava flest øll upplivað, hvussu krabbamein eirindaleyst ger seg inn á menniskju, so tað bæði rakar tann sjúka og øll rundanum. Tí er gott at kunna lætta um hjá teimum, sum hava ella hava havt krabbamein, hjá familjuni og hjá teimum, sum hava mist,” sigur hon.

 

Øll verða rakt

Tey 20 árini, Jansy hevur starvast hjá felagnum, hevur hon hitt hópin av fólki, sum vóru annaðhvørt sjúk, avvarðandi ella høvdu mist. Ein felagsnevnari, tá sjúkan ger um seg, er, at ikki bara tann sjúki verður raktur. Øll familjan kemur í eina trupla støðu, og gerandisdagurin hjá tí sjúka og teimum avvarðandi kann broytast til ruðuleika bæði praktiskt og kensluliga.

 

”At fáa staðfest krabbamein er ein ógvuslig uppliving, tí krabbamein er eitt sera negativt løtt orð. Hóast krabbamein í dag er ein sjúka, sum mong verða frísk av, verður teppið skrykt undan teimum, sum fáa staðfest sjúkuna, og tankar um lív og deyð fara at gera um seg. Nógv óvissa ger um seg, og spurningarnir eru nógvir,” sigur Jansy Gaardlykke.

 

Ein stórur partur av uppgávuni hjá Krabbameinsfelagnum er at hjálpa og vegleiða fólki, sum hava krabbamein ella eru avvarðandi. Felagið hevur sum mál, at øll skulu kunnu fáa hjálp, og tí er hjálpin ókeypis.

 

”Vit vilja vísa tí sjúka og teimum avvarðandi á glottar og saman fáa hesar glottarnar at víðkast mest møguligt, so vónin, ljósið og lívsmótið aftur kunnu spíra,” sigur Jansy Gaardlykke.

 

Nógv tilboð

Trý fólk starvast hjá Krabbameinsfelagnum, eitt skrivstovufólk nakrar tímar um vikuna og tveir ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingar hálva og fulla tíð. Báðar tvær hava drúgvar royndir innan krabbameinsøkið. Tær vegleiða, hava telefonviðtalur, bjóða tí sjúka persónligar samrøður og tosa við familjuna og onnur avvarðandi.

 

”Fólk reagera ymiskt, tá tey fáa krabbamein, og tað er í lagi, tí ongin máti er rættur. Umráðandi er, tá fólk koma til okkara, at vit rúma øllum og tora at lurta og vera saman við fólki í teirra máttloysi. Ofta hoyra vit frá fólki, at tað týdningarmesta, tá tey komu til okkara, var, at tey kendu nærveru og umsorgan, og at vit høvdu stundir at lurta,” sigur Jansy Gaardlykke.

 

Krabbameinsfelagið hevur fleiri hjálparbólkar við hvør sínum formanni ella forkvinnu, har fólk kunnu tosa við onnur, sum eru ella hava verið í somu støðu. Um 50 sjálvboðin eru knýtt at felagnum, flestu teirra at bólkunum, sum skipa fyri tiltøkum og veita ymisk tilboð. Sjálvbodna arbeiðsmegin er ein avgjørd fortreyt fyri, at Krabbameinsfelagið røkkur víða við sínum tænastum.

 

Aftrat hesum bólkunum hevur felagið samrøðubólkar fyri fólk, sum eru sjúk, fyri makar hjá sjúkum og fyri fólk, sum hava mist makan av krabbameini.

 

”Vit skipa eisini fyri fimleiki og hava listterapi. Tvey skeið eru um árið í listterapi, eitt um várið og eitt um heystið. Har fáa fólk úttrykt seg um støðuna, tey eru komin í. Vit hava eisini hugnaløtur og skipa fyri fyrilestrum, og sosialráðgevi er knýttur at felagnum, sum ráðgevur um, hvørji rættindi fólk hava,” vísir Jansy á.

 

Forlongdur armur

Fremsta málið hjá Krabbameinsfelagnum er, at ongin skal fáa krabbamein, og at krabbameinsgátan verður loyst. Tí stuðlar felagið eisini gransking innan krabbamein. Hóast talan er um sjúku, sum loypur stóran ótta á fólk, vísa hagtøl, at meira enn helmingurin av teimum, sum fáa staðfest krabbamein, gerast frísk. Men sjúkugongdin kann vera drúgv, og viðgerðin kann geva fólki mein, so tey hava tørv á endurmenning.

 

”Umráðandi er fyri tey sjúku, at hvørja ferð tey koma í samband við sjúkrahúsverkið, almannaverkið og okkum, kenna tey, at onkur tekur sær av teimum. Sjúkrahúsverkið og almannaverkið gera eitt stórt og gott arbeiði, men har tey sleppa, taka vit við. Vit eru at meta sum forlongdi armurin hjá almennu skipanini, tí vit hava tilboð, sum tað almenna ikki hevur. Ein tørvur, vit hava staðfest, er tørvurin á endurmenning. Har kann avgjørt gerast meira. Eisini er tørvur á at seta eitt hospice á stovn, so umstøðurnar hjá teimum doyggjandi gerast betri,” sigur Jansy Gaardlykke.

 

Flest kvinnur ringja

Heili 80 prosent av teimum, sum venda sær til Krabbameinsfelagið, eru kvinnur. Í felagnum hevur verið nógv umrøtt, hví menninir ikki á sama hátt brúka tænasturnar hjá felagnum. Í summum førum fáa teir konurnar at ringja fyri seg, so teir brúka felagið kortini. Men vist er ikki, at allir menn hava so stóran tørv á at tosa um sína kenslur sum kvinnur.

 

”Tað liggur kanska meira til kvinnur at vilja siga, hvat tær føla, og menn hava ofta meira brúk fyri ítøkiligum loysnum,” sigur Jansy. Hon hevur kortini eygleitt, at fleiri menn enn fyrr venda sær til felagið, og at menn hava havt góða nyttu av at tosa við onnur í somu støðu.

 

Fyrstu árini vendu um 500 fólk sær til felagið árliga. Hetta talið hevur verið støðugt vaksandi, og nú hava eini 1.200 fólk samband við felagið um árið. Um 225 nýggir tilburðir av krabbameini verða staðfestir í Føroyum árliga.

 

Fleiri tilburðir

Talið á krabbameinstilburðum veksur, men lutfalsliga færri tilburðir eru í Føroyum enn í grannalondunum. Hví fleiri tilburðir verða staðfestir, kann ikki sigast við vissu, men hetta kann standast av, at vit verða fleiri og eldri. 25-30 prosent av tilburðunum standast av royking.

 

”Ein orsøk til, at lutfalsliga færri tilburðir hava verið hjá okkum enn í grannalondunum, kann vera kosturin. Tá talið á tilburðum so veksur, kann tað standast av, at vit, hvat kostvanum viðvíkur, eru farin at líkjast meira okkara grannum. Vert er tó at vísa á, at okkara livialdur er hækkandi og hægri enn í t.d. Danmark,” sigur Jansy Gaardlykke. 

 

Ein annað, sum fegnast kann um, er, at viðgerðarhættir og kanningarhættir gerast alsamt fleiri og betri.

 

”Tað týdningarmesta er, at krabbasjúka verður funnin skjótt. Umráðandi er tí, at fólk fara til lækna, um tey hava onkran illgruna. Hjá summum er støðan kanska, at tey fara ikki avstað, tí tað liggur í teimum, at tey skulu vera sterk og ikki gremja seg. Men best er at binda um heilan fingur og lata seg kanna, tí lívsneyðug tíð kann vera at vinna. Hava fólk so tørv á ráðgeving, eru vit í felagnum altíð til reiðar at hjálpa,” sigur hon.

 

FAKTA um búmerkið

Heldin er búmerkið hjá Krabbameinsfelagnum og ímyndar virðisgrundarlagið hjá felagnum. Heldin er gamalt føroyskt hjálparamboð, sum ið varð nýtt til at bera størri byrðar av hoyggi við.

 

Heldin bæði knýtir saman og loysir eina byrðu aftur. Júst soleiðis vil Krabbameinsfelagið hjálpa teimum, ið eru ella hava verið sjúk av krabbameini, so byrðan gerst lættari at bera.

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim