Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Stuðla

  • Tekna teg sum lim
  • Nethandil
  • Jarðarferð
  • Team Rynkeby Føroyar
  • Spyr.fo
    • Spurnaðarkanning 2018: Føroyingar og vælgerandi endamál
  • Grannakaffi
  • Stuðlar

Føroyingar og vælgerandi endamál

78% av føroyingum stuðla hjálparfelagsskapum og 56% stuðla sjúklingafeløgum. Kvinnur stuðla oftari enn menn, men menn lata størri upphæddir enn kvinnur. Hetta vísir nýggj kanning, sum Krabbameinsfelagið og Spyr.fo hava gjørt, um hvørja støðu føroyingar hava til vælgerandi endamál og sjálvboðið arbeiði.

Kanningin staðfestir, at føroyingar eru sera raskir at stuðla bæði hjálparfelagsskapum, sjúklingafeløgum og stuðulstiltøkum sum eitt nú Í menniskjum góður tokki og Skótahjálpini. Kanningin vísir eisini, at fólk sum heild eru áhugað í at stuðla enn meira, enn tey gera. Ikki óvæntað vísir kanningin eisini, at jú eldri vit eru, tess meira eru vit sinnað at stuðla vælgerandi endamálum. 

 

78% stuðla hjálparfelagsskapum

Umleið 78% av teimum spurdu stuðla onkrum hjálparfelagsskapi. 65% av teimum stuðla Reyða Krossi, sum er tann felagsskapurin, ið nógv flest stuðla. 1/3 stuðla Bláa Krossi og 1/3 øðrum felagsskapum. Hyggja vit at kynsbýtinum, lata 82% av kvinnum og 75% av monnum pening til hjálparfelagsskapir. 

 

Hvørjar hjálparfelagsskapir hevur tú latið pening til seinasta árið?

(fastar flytingar, donatiónir, lutaseðlar, sølubúðir, innsavningar o.a.)

 

56% stuðla sjúklingafeløgum

Føroyingar hava eisini stóran áhuga í at stuðla sjúklingafeløgum. Gott og væl helvtin stuðlar einum ella fleiri sjúklingafeløgum, og her er munurin á kvinnum og monnum enn størri. 66% av kvinnum og 48% av monnum stuðla sjúklingafeløgum. Umleið 60% stuðla Krabbameinsfelagnum, og umleið 39% stuðla Javna. 

 

Hvørji sjúklingafeløg hevur tú latið pening til seinasta árið?

(fastar flytingar, donatiónir, lutaseðlar, sølubúðir, innsavningar o.a.)

 

Tey eldru stuðla meira enn tey yngru

Kanningin vísir eisini, at jú eldri vit eru, størri er áhugin at stuðla vælgerandi endamálum. 60% av teimum 18-29 ára gomlu og 87% av teimum eldri enn 60 ár stuðla hjálparfelagsskapum. Sama myndin er galdandi fyri sjúklingafeløg, har 40% av teimum 18-29 ára gomlu og 67% av teimum eldri enn 60 ár stuðla onkrum sjúklingafelag.

 

Menn lata størri upphæddir enn kvinnur

Hóast færri menn enn kvinnur stuðla hjálparfelagsskapum og sjúklingafeløgum, eru tað tó menninir, ið lata størstu upphæddirnar. 9,9% av monnum og 5,1% av kvinnum lata meira enn 4000 krónur um árið. 

Nógv tey flestu, umleið 45%, lata 100-500 krónur um árið til vælgerandi endamál. 18% lata 500-1000 krónur, 10% lata 1000-2000 krónur, 9% lata 2000-4000 krónur og 7,5% lata meira enn 4000 krónur um árið. 

 

Hvussu nógv letur tú til samans til hjálparfelagsskapir og sjúklingafeløg um árið? 

(fastar flytingar, donatiónir, lutaseðlar, sølubúðir, innsavningar o.a.)

 

Fleiri stuðla fíggjarliga enn handaliga

Trý av fýra stuðla hjálparfelagsskapum fíggjarliga, men bara fjórði hvør er virkin í hjálpararbeiði av ymsum slagi. 27% av teimum spurdu hava verið virkin í innsavningum ella hjálpararbeiði seinastu 3 árini, eitt nú gingið við bússum, skipað fyri tiltøkum, staðið vakt, brúkt arbeiðstímar o.a. Eisini her eru kvinnurnar betur umboðaðar við 32% enn menninir við 23%. 

 

Fólk stuðla mest av tilvild og kundu hugsað sær at stuðlað enn meira

Spurt varð eisini um, hvussu fólk gera av, hvørjum tey stuðla. Her svaraðu 39%, at tað mest er av tilvild, hvønn felagsskap, tey hava gjørt av at stuðla. 30% hava sjálv funnið fram til, hvønn tey vilja stuðla og 27% hava gjørt av at stuðla, tí felagsskapir hava sett seg í samband við tey. 

 

Spurd um tey eru áhugað at lata meiri pening til vælgerandi endamál, enn tey longu gera, svara 35% ja, 23% nei og 42% vita ikki. 32% av teimum, sum ongum stuðla í dag, eru áhugað í at lata stuðul.

 

Sostatt hava hjálparfelagsskapir, stuðulstiltøk og sjúklingafeløg góðar møguleikar at útvega sær enn meiri stuðul, enn tey fáa nú.

 

Føroyingar stuðla kirkjum, samkomum og missiónsarbeiði

Ein annar áhugaverdur spurningur í kanningini snúði seg um, um føroyingar lata pengar til kirkjur, samkomur og missiónsarbeiði. Heili 50% av teimum spurdu svaraðu ja. Í Eysturoynni og Norðuroyggjum stuðlaðu flest, 57-58%, og í Tórshavnar kommunu stuðlaðu fæst, har 46% siga seg stuðla kirkjum, samkomum og missiónsarbeiði.

 

Letur tú pening til kirkjur, missiónsarbeiði ella samkomur?

Óvissan í kanningini er millum 1,0 og 4,9 prosentstig.

400 fólk 18 ár og eldri svaraðu kanningini, ið Spyr.fo gjørdi 20. september í 2018. Spyr.fo hevur umleið 5000 fólk í svarpanelinum, og tey spurdu verða tilvildarliga vald, so býtið samsvarar við fólkið eftir kyni, aldri og geografi.

 

Tak niður kanning sum PDF

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim