Takk fyri tilmeldingina.
Tú kann seta tín dám á innsavningina, so leingi tað ikki stríðir móti virðunum hjá Krabbameinsfelagnum.Tú kanst hava Grannakaffi heima, bjóða grannunum til ein drekkamunn og spyrja, um tey vilja lata eitt oyra í bússuna. Tú kanst hava bússuna við til arbeiðis og hava eina innsavning við tínum starvsfeløgum. Tú kanst eisini fara ein túr í grannalagnum við bússuni, hava hana við í skúla, hava loppumarknað, ella tú kanst biða fólk lata Krabbameinsfelagnum eina gávu, tá tú hevur føðingardag. Ja, møguleikarnir eru nógvir. Nýt hugflogið, tað er tú sum avgerð hvussu tín innsavning sær út.
Um tú hevur valt at heinta bússuna hjá Krabbameinsfelagnum er bústaðurin Grønlandsvegur 58, FO-100 Tórshavn, tað er best at ringja áðrenn og avtala nær tú kemur eftir bússuni, so gera vit alt klárt til tín. Tú kann ringja til Krabbameinsfelagið á telefon 317959.
Eru ivamál kann tú seta teg í samband við okkum á 317959 ella á teldupost: kmf@krabbamein.fo
Vit eru takksom fyri at tú ynskir at stuðla Krabbameinsfelagnum.