Seinsummartiltak hjá Foreldrabólkinum

Vit verða á Varmakeldugarðinum og sleppa at heilsa uppá djórini, ið har búgva. Vit fara at spæla spøl og gera okkara egna dreka at flúgva við og mangt annað, her er nógv at gleða seg til
Dagurin byrjar kl. 12.30 og vit halda á til áleið kl. 19
Minnist til at lata tykkum í klæðir at rokast í og eftir veðrinum
Melda til áðrenn týsdagin 26. august kl. 15.00 á telefon 317959 ella teldupost kmf@krabbamein.fo
Foreldrabólkurin er ein bólkur fyri familjur at børnum, ið hava ella hava havt krabbamein