Gongutúrur á Sandi
14. mai : Kl 17:00

Kom við okkum gongutúr eftir Nýpuni á Sandi mikudagin 14. mai kl. 17.00. Byrja verður við skúlan í Sandsbygd, har, sum man dreyar av til Søltuvíkar. Aftaná verður ábit og drekkamunnur at fáa.
Øll, sum hava ella hava havt krabbamein eru vælkomin við. Túrurin er lættur at ganga. Verið ílatin eftir veðrinum og í góðum skóm.
Aftaná túrin bjóðar Krabbameinsfelagið ábit og drekkamunn og tí er tað neyðugt at boða frá luttøku.
Beinta Højsted verður ferðaleiðari og tað eru hjálparbólkarnir hjá Krabbameinsfelagnum, sum skipa fyri.
Hevur tú hug at koma túr við okkum? ring á telefon 317959, send eini smsboð á 217956 ella send okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo innan týsdagin 13. mai kl. 12.00.