Bindihugni hjá Krabbameinsfelagnum
15. mai : Kl 18:00

Dámar tær væl at binda? So er hetta kanska nakað fyri teg. Hósdagin 15 mai kl. 18.00 skipar Krabbameinsfelagið fyri bindihugna fyri allar kvinnur, ið hava ella hava havt krabbamein. Tær nýtist hvørki at duga ella tíma at binda fyri at vera við, bara tú hevur hug at vera saman við øðrum, sum hava uppliva tað sama sum tú.
Vit fáa eitt lítið ábit, ein góðan drekkamunn og hugna okkum saman.
Kennir tú onkran, sum kundi havt hug at verið við, ert tú vælkomin at deila hesa lýsing 😊
Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma í seinasta lagi týsdagin 13. mai kl. 16.00, á telefon 317959, send okkum ein sms á 217956 ella ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.
Krabbameinsfelagið
Grønlandsvegur 58
100 Tórshavn