10. oktober 2010
Krabbameinsfelagið og Havnar Svimjifelag skipa fyri einum temadegi um rørslu og fyribyrging. Fokus verður sett á, hvussu rørsla kann vera týðandi táttur í at fyribyrgja krabbameini og øðrum lívsstílssjúkum. Tiltakið verður 5 nov. kl. 13-16 á Hotel Føroyum.
Á skránni verður fyrilestur við kendu Bente Klarlund Pedersen, yvirlækni og professari. Hon hevur skrivað fleiri bøkur, millum teirra ”Motion på recept” og hevur granskað nógv innan rørslu og fyribyrging av sjúkum.
Vit eru fødd at røra okkum, og at vera óvirkin er eins vandamikið og at roykja, er ein av boðskapunum hjá professaranum. Hon vísir á, at vøddar okkara ikki einans hava sum uppgávu at skipa rørslur, men at teir eisini framleiða ymisk hormonlíknandi evni, nevnd myokinir, ið fyribyrgja sonevndum lívsstílssjúkum sum sukursjúku, tarm- og bróstkrabba, hjartasjúkum, demens og tunglyndi.
Eisini fer Bente Karlund Pedersen at umrøða hvussu nógv tað kostar samfelagnum at fólk eru óvirkin, og hvussu nógv ið sparast kann, um tað eydnast at fáa fólk at røra seg meira.
Umframt danska professaran fer eitt umboð fyri Havnar svimjifelag at greiða frá úrslitum og royndum fyri rørslusvimjarar, sum felagið fór undir fyri tveimum árum síðani. Eitt átak,við heitinum “ Hvussu lítið skal venjast fyri tað ger mun” sum hevur sera góða undirtøku, og har luttakarnir javnan verða kannaðir fyri framgongd í kondi, pulsi, vekt v.m.
Trygd stuðlar tiltakinum, sum er alment, og har øll eru vælkomin. Neyðugt er tó at tekna seg hjá Krabbameinsfelagnum á telefon 317959 ella ffk@krabbamein.fo.
Á myndini síggjast Jákup N. Olsen, form í KMF, Sigurð Lamhauge, form í HS og Jean Djurhuus, stjóri á Trygd.