Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Fá hjálp

  • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
  • Umsókn um fíggjarligan stuðul
  • Sosialráðgevi
  • Hjálparbólkar
  • Facebookbólkar
  • Donsk sjúkujournal
  • Seinárin
  • Seksualitetur
  • Rørslutilboð
  • Enn kvinna - filmur
  • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
  • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
  • Tann síðsta tíðin
  • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
  • Faldarar
  • Slóðir

Onkologiska ambulatoriið stórt framstig


Fríggjadagin 10. februar 2017 var móttøka á Landssjúkrahúsinum í sambandi við, at 25 ár eru liðin, síðan onkologiska ambulatoriið læt upp. Breið semja var um, at onkologiska ambulatoriið hevur verið eitt risastórt framstig fyri føroyskar krabbasjúklingar, sum frammanundan máttu av landinum til kanningar og viðgerðir.


Landsstýriskvinnan við heilsumálum, Sirið Stenberg, vísti í røðu á, at dirvið var stórt, tá eldhugað starvsfólk á Landssjúkrahúsinum við Jón á Steig, yvirlækna, á odda tóku stig til at leggja grundina undir onkologiska ambulatoriið í 1992, ikki minst tí hetta hendi í ringastu krepputíð. 


Túsundtals fólk fluttu av landinum um hetta mundið, fiskaloysi valdaði, og fjórði hvør føroyingur í arbeiðsførum aldri var arbeiðsleysur. Landið spardi nógv, og eisini Landssjúkrahúsið fekk boð um at spara – eitt árið 14 prosent av rakstrinum. 


Sirið Stenberg segði í síni røðu:
”Tað var ein umskiftilig tíð, men sum eitt kinverskt orðatak sigur: Tá harðast leikar á, eru nøkur, sum laga lívdargarðar, meðan onnur byggja vindmyllur. Eldhugað starvsfólk á Landssjúkrahúsinum treiskaðust ímóti samfelagsgongdini, og væl varð arbeitt, tí innan stutta tíð varð farið undir at taka krabbameinssjúklingar heim at viðgera. Tað er tað áræðið og dirvið, vit hátíðarhalda í dag.”


Stórur bati
Sirið Stenberg vísti á, at onkologiska ambulatoriið farnu 25 árini er nógv ment, og at alsamt fleiri hava havt møguleika fyri at fáa viðgerð í Føroyum, m.a. kemoviðgerðir. Viðgerðir fáast nú fyri m.a. bróstkrabba, krabba í heilanum og lívmóðirhálskrabba í Føroyum, nevndi hon, og samstarvið við Ríkissjúkrahúsið og sjúkrahús í Svøríki og Íslandi er gott.


”At hesar viðgerðir nú eru í Føroyum, er stórur bati hjá sjúklingunum, sum áður máttu burtur. Ofta var títtleikin stórur, og sjúklingurin skuldi til Danmarkar kanska eina ferð um mánaðin. Tað ger eina strævna tíð enn meiri møtimikla, tá tú frammanundan er illa fyri,” segði landsstýriskvinnan. 


Hon helt, at týdningurin av at kunna hava viðgerð og røkt í heimlandinum skal ikki undirmetast. Vanliga heldur tú, at tú altíð kanst vera í tryggum umhvørvi, tosa egið mál og hava øll tíni tætt hjá tær. Men brádliga kann hetta verða tikið frá tær, og tað er svárt.


”Sjálvsagt skulu vit gera alt tað í Føroyum, sum yvirhøvur ber til fakliga. Tað er eitt mál í sjálvum sær og eisini eitt mál, at vit menna okkum fakliga til at fáa tað at bera til,” segði Sirið Stenberg.


Meira rehabilitering
Hon nevndi eisini Krabbameinsætlanina frá 2009, og í tí sambandi staðfesti hon, at av teimum 58 tilmælunum, sum vóru í ætlanini, eru 45 framd. Tí er løtan helst komin at umhugsa, um ikki ein nýggj krabbameinsætlan skal gerast fyri Føroyar. Í nýggju ætlanini skal rehabilitering helt vist hava størri rúmd, helt hon.


”Dentur hevur serliga verið lagdur á at gera dygdina og karmarnar um sjálva viðgerðina betur, meðan sjóneykan í minni mun hevur verið á at fáa eitt so gott lív sum gjørligt eftir viðgerð. Ongin ivi er um, at hugsa vit rehabiliteringina inn í sjúkugongdina so skjótt sum gjørligt, ber til at minka um árinini av sjúkuni,” segði Sirið Stenberg.  


Á móttøkuni hildu eisini hesi røður: Jón á Steig, fyrrverandi yvirlækni, Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum, Turið Horn, fyrrverandi sjúklingur, Sonja Nielsen, deildarleiðari á B6 og næstforkvinna í Krabbameinsfelagnum, og Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri. 

 

 

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim