Sjálvboðin í 19 ár
Heidi Hvidbro í Klaksvík fekk staðfest bróstkrabba í 1998 og leitaði sær tí hjálp og góð ráð frá Krabbameinsfelagnum. Tá hon var vorðin frísk í 2000, gjørdist hon virkin sum sjálvboðin í bólkinum fyri kvinnur við bróstkrabba, Bót til Bata. Í 19 ár hevur hon nú verið ein av ídnastu sjálvbodnu stuðlunum hjá felagnum
Hon var 41 ára gomul, tá hon fekk staðfest bróstkrabba, og spurningarnir vóru nógvir, tá hon hevði fingið boðini. Hon hugsaði um síni trý børn, mannin og framtíðina, ið gjørdist óviss. Men Heidi gjørdist frísk aftur, og í Krabbameinsfelagnum hevur hennara partur ikki ligið eftir síðan.
Í Bót til Bata hittast kvinnur í somu truplu støðu stuðla og ráðgeva hvør aðrari. Heidi hevur verið virkin sum fyriskipari í bólkinum heilt síðan 2000. Mongum tiltøkum, hugnaløtum og átøkum hevur hon við til at skipað fyri, og fleiri ferðir hevur hon sjálv onnur verið á norðurlendskum og altjóða ráðstevnum um bróstkrabba.
”Eg hevði sjálv stórt gagn av teirri hjálp, eg fekk frá Krabbameinsfelagnum, og tí vildi eg fegin vera við til at hjálpa øðrum. Tú fært nógv burturúr at lurta eftir øðrum í somu støðu og seta orð á tínar kenslur. Á ráðstevnum, vit hava verið á, hava tey staðfest, at arbeiðið í sjálvhjálparbólkum kann fyribyrgja tunglyndi hjá fólki, ið eru vorðin sjúk,” sigur Heidi Hvidbro.
Fjølbroytt virksemi
Serliga nógv virksemi er í Bót til Bata í oktober, sum er altjóða krabbameinsmánaður. Tá verður skipað fyri innsavningum og upplýsingarátøkum. Eisini skipar bólkurin saman við rennifeløgum fyri rennitiltakinum ”Renn fyri bróstini,” har luttakararnir sjálvir gera av, hvussu nógv teir gjalda fyri at vera við. Peningurin fer til Bót til Bata og gransking á krabbameinsøkinum.
Bróstabólkurin heldur seg eisini framat, tá skipað verður fyri stórum tiltøkum í hallum. Er ein sølustevna, vælverustevna ella okkurt annað, sært tú meira enn so umboð fyri Bót til Bata á einum bási við kunnandi tilfari. Eisini hava kvinnur greitt frá síni søgu á tílíkum tiltøkum, tí Heidi og hinar skipaðu so fyri. Sjálvt á Sjómannadegnum hava tær verið.
”Vit skipa eharaftrat fyri hugnaløtum 1-2 ferðir um árið, har fólk koma saman at hittast og lurta eftir tónleiki t.d. Hesar hugnaløturnar hava vit havt bæði í Havn, Klaksvík, Runavík og Suðuroy. Eini 30-40 fólk kunnu tá vera við,” sigur Heidi Hvidbro.
At tað munar, at fólk koma saman í bólkum og til tiltøk, ivast hon ikki í
”Summar siga í fyrstani, at tær hava familju ella mann, sum tær kunnu tosa við, og at tær tí ikki hava tørv á tílíkum tiltøkum. Men ofta vísir tað seg, at tær fáa væl burturúr, tá tær kortini koma við. Arbeiði sum hetta skapar tilvitan um økið, og økt tilvitan ger, at fleiri kvinnur kanna seg. Mammografi-kanningarnar hava vit ynskt leingi, og vit fegnast um, at tæt verða settar í verk nú,” sigur Heidi Hvidbro.