Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Fá hjálp

  • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
  • Umsókn um fíggjarligan stuðul
  • Sosialráðgevi
  • Hjálparbólkar
  • Facebookbólkar
  • Donsk sjúkujournal
  • Seinárin
  • Seksualitetur
  • Rørslutilboð
  • Enn kvinna - filmur
  • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
  • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
  • Tann síðsta tíðin
  • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
  • Faldarar
  • Slóðir

Lymfødem

Lymfødem er ein varandi sjúka, sum kemur av ov nógvum gróðrarvatni í vevnaðinum. Hetta vísur seg serliga við, at bein og armar hovna. Nógvir føroyingar hava lymfødem. Sjúkan kann raka øll, tó rakar hon serliga kvinnur.

 

Lymfødem kemur í fyrsta lagi helst av viðføddum breki í gróðrarvatnsæðrunum. Hetta kann vera arvaligt, og byrjar ofta í kynsbúningaraldrinum ella seinni.

 

Lymfødem kemur í øðrum lagi ofta eftir skurðviðgerð, har gróðrarvatnsknútar verða tiknir, ella eftir stráluviðgerð. Krabbamein er størsta orsøkin til hetta slagið av lymfødem, men sjúkan sæst eisini eftir skurðviðgerðir, so sum fyri æðraknútar.

 

Viðgerð

Í dag fæst viðgerð, sum minkar um trotið. Undir fyrstu viðgerðini verður gróðrarvatnið veitt burtur, bind verða løgd um, og stórur dentur verður lagdur á húðrøkt og venjing. Hendan viðgerð fer fram í umleið fýra vikur. Mál verða tikin til styðjusokkar ella -handskar, sum skulu brúkast, tá henda viðgerðin er liðug.

 

Eftirviðgerð verður givin eftir tørvi. Gróðrarvatnið verður veitt burtur, bind løgd um, eins og tosað verður um, hvussu ein eigur at bera se at í tí dagliga og um kanningar framyvir.

 

Lipødem

Lipødem er ein arvalig sjúka, sum rakar kvinnur. Sjúkan er tengd at kvinnuliga kynshormoninum østrogen, sum brýtur út í samband við pubertet, og versnar við barnsburð og skiftisárini.

 

Sjúkueyðkennini eru ónormalt nógv feitt í undirhúðini - serliga á undirkroppi. Sum frá líður kunnu armar og yvirkroppur eisini verða rakt. Hendur og føtur verða ikki rakt.

 

Lipødemfeitt kann ikki tapast ella ýðkast burt. Nógv pína er, har lipødemfeittið situr. Eisini pína vøddar og liðir. Blá merkir koma lætt, har lipødemið er.

 

Viðgerð

Eingin lekidómur er enn fyri lipødem. Lymfudrening linnar um pínuna, og kompressjónssokkar í lágum klassa gera, at beinini ikki hovna.

 

Sum frá líður kann tað tó vera trupult hjá sjúklingum at klára seg á arbeiðsplássinum og í samfelagnum.

 

Í fyrstani er nóg mikið at taka vanligan hondkeypsheilivág móti pínuni, men sum hon versnar, má sterkari heilivágur til.

 

Í øðrum londum ber til at fáa feittsúgving - liposuction fyri at minka um pínuna. Hetta er enn ikki møguligt í     Føroyum, men arbeitt verður við hesum.

 

Ein bólkuri fyri fólk sum eru rakt av lymfødem ella lipødem

 

Lip- og Lymfødem bólkurin er fyri fólk sum eru rakt av hesum sjúkum og teirra avvarðandi. Forkvinna í Lip- og lymfødembólkinum er Eyðbjørg Djurhuus.

 

Ger vart við teg og fá eitt prát við eina í bólkinum. Allar samtalur eru í trúnaði. Tú kanst  eisini tekna teg til hugnaløtur, fyrilestur ella annað tiltak hjá bólkinum.

 

Tað er ókeypis

 

Ynskir tú at gerast limur í bólkinum ella hevur tú spurningar til tilboðini hjá Krabbameinsfelagnum er tú  vælkomin at ringja til okkara á telefon 317959 ella skriva til okkum á teldupost kmf@krabbamein.fo.

 

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim