![]() |
Tað hjálpir ikki at sita heima og kúra við síni sjúku, og tí fer Anne Marie Gøricke í Havn hvønn mánadag til fimleikin, sum Krabbameinsfelagið og Ljósið skipa fyri.
Anne Marie Gøricke býr í miðbýnum í Havn og fær eina ferð um mánaðin viðgerð fyri at halda síni krabbasjúku niðri.
Hon fekk í 2010 staðfest bróstkrabba, og læknarnir á Aarhus Universi tetshospitali tóku tá annað bróstið.
|
Men stutt eftir fekk hon ilt í ryggin, og neyvari kanningar vístu, at sjúkan hevði spjatt seg. Í dag verður sjúkan hildin niðri við fyribyrgjandi viðgerð.
Anne Marie hevur í fimm ár gingið til fimleikin, sum Krabbameinsfelagið bjóðar sjúklingum og avvarðandi saman við fimleika felagnum Ljósi num í Skt. Frans skúla hvørt mánakvøld. Har renna tey,
styrkja seg og læra at anda rætt t.d. Eisini hugna tey sær saman viðhvørt eftir venjingarnar.
Anne Marie kundi ikki verið fimleikin fyriuttan, sigur hon. Hon sveimar sum ein ung genta gjøgnum rúmið, tá tónleikurin fer frá. Mangan hevur hon sitið heima og hildið, at hon var ov troytt at fara av húsum, men hvørja ferð reisti hon seg og fór til fimleik, og hvørja ferð gav tað henni fult av orku og gleði, so hon var sum eitt nýtt fólk aftaná. ”Gleði er so sera týdningarmikil, tí vit kunnu ikki bara sita og hugsa um, at vit eru sjúk. Eg pástandi, at gleði heldur sjúku niðri, og tí dámar mær so væl fimleikin,” sigur Anne Marie Gøricke.
Hon hevur havt nógv við Krabba meinsfelagið at gera, síðan hon gjørdist sjúk. M.a. hevur hon tosað við ráðgevingina, verið í listterapi og so gingið til fimleikin. Í íbúðini hjá henni og Palla Gregoriussen standa hennara málning ar frammi millum teir, sum Thomas Arge, Hans Hansen í Mikladali, Tórbjørn Olsen og onnur lótu úr hondum. Tekningar hjá Palla sært tú eisini á veggjunum.
Meira skal gerast
Anne Marie heldur, at gott er at tosa, tá stúran tyngir, tí fólk verða uppaftur sjúkari av at leggja lok á daprar tankar. Sjálv skammaðist hon um sína sjúku í fyrstani, men tilboðini, hon fekk frá Krabbameinsfelagnum, hjálptu henni víðari.
Tó kundi hon hugsað sær, at kommunur eisini buðu sjúklingum og avvarðandi hjálp. Ein lækni skuldi t.d. kunnað skrivað eina ávísing til fimleik, kostvegleiðing og annað tílíkt hjá kommununi, tá fólk skulu koma fyri seg í sambandi við sjúku.
Í Danmark er hetta økið munandi betur skipað, vísir hon á. ”Krabbameinsfelagið ger eitt sera gott arbeiði, men eitt lið manglar millum sjúkrahúsverkið og felagið, har tað almenna skuldi gjørt meira fyri tey, sum hava tørv á vegleiðing og uppbygging. Mong sita bara inni og kúra, og tað er tað ringasta, vit kunnu gera. Betri er at koma út og vera virkin,” sigur Anne Marie Gøricke.