Góði limur
Takk fyri, at tú hevur teknað teg sum lim í okkara felagsskapi. Krabbameinsfelagið er virkið felag, sum áhaldandi arbeiðir fyri at betra um umstøðurnar hjá krabbameinssjúklingum í Føroyum.
Vit ráðgeva, hjálpa og vegleiða dagliga bæði krabbameinssjúkum og teirra avvarðandi, og skipa leypandi fyri nógvum ymiskum tiltøkum. Millum annað samrøðum, familjusamrøðum, rørslutiltøkum, skeiðvirksemi, hugnaløtum eins og kunningartiltøkum:
- Um fyribyrging av krabbameinssjúku
- Um ymisku sløgini av krabbameissjúkum
- Um nýggjastu granskingina innan økið
Nógv orka verður somuleiðis løgd í at hava gott og tætt samskifti við viðkomandi myndugleikar, soleiðis at neyðuga ávirkanin fæst á menningina innan krabbameinsøkið í Føroyum.
Á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum kanst tú melda teg til tíðindabræv, tá fært tú beinleiðis boð frá okkum um komandi tiltøk, og lýsa vit eisini á heimasíðuni og sosialum miðlum.
Les annars meira um Krabbameinsfelagið á www.krabbamein.fo