Stomibólkur
Stomibólkurin er ein bólkur av sjálvbodnum fólki, sum av eini ella aðrari orsøk hava fingið lagt bløðru ella tarm út á síðuna, og fólk við bekken-reservoir.
Hesi fólk veita stuðul, vegleiðing og ráð til onnur, sum skulu fáa ella hava fingið lagt bløðru ella tarm út á síðuna.
Endamálið við bólkinum er eisini, at hesi fólk koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør øðrum, veita hjálp til sjálvhjálp.
Nærri kunning og samband við limir í bólkinum fæst við at venda sær til Ráðgevingarstovuna telefon 317959 ella umvegis teldupost: kmf@krabbamein.fo.