Undirlívsbólkurin
Er ein bólkur av sjálvbodnum kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívinum. Hesar kvinnur veita stuðul, ráð og vegleiðing til aðrar kvinnur, ið skulu viðgerast ella eru viðgjørdar fyri krabbamein í undirlívi.
Bólkurin skipar eisini fyri tiltøkum so sum hugnaløtum o.ø, sum gera tað møguligt fyri kvinnur við undirlívskrabba at koma saman til eina hugnaliga løtu, tosa, stuðla og hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp.
SAMAN VIÐ ØÐRUM
At vera sjúk/-ur og fáa viðgerð fyri krabbamein kann vera sera tungt og ávirka alla tilveruna, viðgerðin hevur ofta hjáárin við sær, sálarliga kann tað eisini vera torført. Tú óttast, hvussu alt fer at ganga, um viðgerðin fer at hjálpa o.s.fr. Hetta eru sera vanligir spurningar.
At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at tosa við onnur og seta orð á og deila ymiskar upplivingar. Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiðu á kenslum og tonkum. Lívsmótið og lívsgóðskan gerst størri, og dagligu avbjóðingarnar verða lættari.
UM BÓLKIN
Forkvinna í bólkinum er Beinta E. Højsted.
Forkvinnan tekur stig til fundir og hugnaløtur. Limirnir í bólkinum fáa innbjóðing við brævi ella telduposti.
Tað er ókeypis at verða limur í bólkinum.
Ynskir tú at gerast limur í bólkinum ella hevur tú spurningar til tilboðini hjá Krabbameinsfelagnum kanst tú seta teg í samband við okkum við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo