Móðurmerkjabólkurin
Móðurmerkjabólkurin er ein bólkur av fólki ið eru skorin fyri móðurmerkjakrabba. Endamálið við bólkinum er m.a. at fólk kunnu komu saman at tosa, stuðla og hjálpa hvørjum øðrum at veita hjálp til sjálvhjálp.
Bólkurin varð settur á stovn so at fólk við móðurmerkjakrabba í Føroyum skuldu hava eitt stað at hittast og fáa hjálp og stuðul frá øðrum í somu støðu.
Tað eru bert fólk, sum hava ella hava havt móðurmerkjakrabba, sum eru limir í bólkinum.
SAMAN VIÐ ØÐRUM
At vera sjúk/-ur og fáa viðgerð fyri krabbamein kann vera sera tungt og ávirka alla tilveruna, viðgerðin hevur ofta hjáárin við sær, sálarliga kann tað eisini vera torført. Tú óttast, hvussu alt fer at ganga, um viðgerðin fer at hjálpa o.s.fr. Hetta eru sera vanligir spurningar.
At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at tosa við onnur og seta orð á og deila ymiskar upplivingar. Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiðu á kenslum og tonkum. Lívsmótið og lívsgóðskan gerst størri, og dagligu avbjóðingarnar verða lættari.
UM BÓLKIN
Forkvinna í bólkinum er Brynhild Høgnadóttir.
Forkvinnan tekur stig til fundir og hugnaløtur. Limirnir í bólkinum fáa innbjóðing við brævi ella telduposti.
Tað er ókeypis at verða limur í bólkinum.
Ynskir tú at gerast limur í bólkinum ella hevur tú spurningar til tilboðini hjá Krabbameinsfelagnum kanst tú seta teg í samband við okkum við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo
Forkvinna í bólkinum er Brynhild Høgnadóttir
