Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Fá hjálp

  • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
  • Umsókn um fíggjarligan stuðul
  • Sosialráðgevi
  • Hjálparbólkar
  • Facebookbólkar
  • Donsk sjúkujournal
  • Seinárin
  • Seksualitetur
  • Rørslutilboð
  • Enn kvinna - filmur
  • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
  • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
  • Tann síðsta tíðin
  • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
  • Faldarar
  • Slóðir

Harður opningur

Krabbameinssjúklingar hava ofta harðan opning, at dragast við. Orsøkin til henda ampa er avgerðandi fyri, hvussu hann verður viðgjørdur. Harður opningur kann koma av sjúkuni ella av viðgerðini. Harður opningur kann vera eitt hjáárin av ymiskum pínustillandi heilivági. Tað kann eisini ávirka opningin, at tú hevur ringan matarlyst, etur og drekkur ov lítið, og at tú rørir teg ov lítið.

 

Tey vanligastu ráðini móti hørðum opningi eru at eta mat við nógvum tægrum, men hetta er ikki ráðiligt í øllum førum. Tú mást tí tosa við sjúkrasystur, kostráðgeva ella lækna og biðja um ráð. Groft breyð og knekkbreyð, frísk frukt og frískt grønmeti og turkað frukt er sunnur matur, sum kann geva tær allar tær tæðrur, ið tær tørvar.

 

Drekk nógv og et tægrutan mat

 

Drekk nógv, 2 litrar av vætu dagliga. Minst til at drekka millum máltíðirnar. Tú mást eisini royna at økja um innihaldið av tægrum í kostinum. Groft breyð, blakbreyð, frísk frukt, frískt grønmeti (rátt ella kókað). Turkað frukt hevur væl av tægrum. Súrmjólkaúrdráttir (t.d. jogurt) er gott fyri magan. Royn við sviskudjúsi ella nøkrum súpuskeiðum av sáðum í súrmjólk. Sviskur kunnu eisini nýtast - turkaðar ella sum greytur. Turkað frukt, t.d. abrikosur og rosinur, eru góðar fyri opningin, eins og havragreytur ella breyðsuppa á morgni. Tú kann eisini gera eina serliga marmulátu, ið hjálpir upp á opningin (sí uppskrift niðast).

 

 

Rør teg so nógv sum gjørligt

 

Øll rørsla er góð fyri sodningina. Gakk ein túr hvønn dag, sjálvt um tað við hvørt bert er innandura. Liggur tú í songini, kanst tú lyfta beinini skiftivís, ella taka hendurnar upp undir knæið og lyfta tað upp móti bringuni. Stendur tú við síðuna av songini, royn so at lyfta annað knæið ella ger knæbendingar.

 

 

Regluligir toiletvanar

 

Regluligir toiletvanar kunnu fáa magan at virka sum vanligt. At fáa sær ein heitan munn ein hálvan tíma, áðrenn tú vanliga hevur opning, kann vera ein góð hjálp.

 

Góð ráð tá opningurin er harður

 

• Drekk nógv, minst 2 litrar um dagin – drekk ikki søtmjólk.

• Drekk súrmjólkaúrdráttir (AB- mjólk, drekkijogurt).

• Et groft breyð og kornvørur.

• Et fríska frukt, fruktsalat, turkaða frukt (serliga sviskur),grønmeti og ber.

• Rør teg so nógv sum til ber.

• Hav regluligar toiletvanar.

 

Uppskrift upp á marmulátu, ið hjálpir upp á harðan opning

 

125 g av fikum

125 g av sviskum

125 g av hunangi

125 g av siroppi

45 g av sinnoppsblaðspulvuri (frá apotekinum).

 

Sviskur og fikur verða settar á blot eina nátt, síðani kókaðar og mulgraðar. Blanda hunang, siropp og sinnopsblaðspulvur í. Byrja á kvøldi við eini barnaskeið. Heldur sær 3–4 vikur í kuldaskápi. Kann eisini goymast fryst.

 

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim