Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Faldarar
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
    • Í viðgerð uttanlanda?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Hjálparbólkar
    • Enn kvinna - filmur
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Kostráð
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • HPV-koppseting
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Tilmæli um palliatión
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • Grannakaffi
    • Tilmelding
    • Grannakaffi søgur
    • Uppskriftir
    • Undanfarin Grannakaffi
    • Miðlar
    • Spurningar og svar
  • en

Fá hjálp

  • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
  • Faldarar
  • Umsókn um fíggjarligan stuðul
  • Sosialráðgevi
  • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
  • Í viðgerð uttanlanda?
  • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
  • Hjálparbólkar
  • Enn kvinna - filmur
  • Seinárin
  • Seksualitetur
  • Kostráð
    • Inngangur
    • Fjølbroyttur kostur
    • Um føðsluevni
    • Ringur matarlystur
    • Orkuríkir drykkir
    • Til avvarandi
    • Broyttur smakkur
    • Turrur muður
    • Sárur muður
    • Vaml
    • Leyst lív
    • Við stráluviðgerð
    • Harður opningur
  • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
  • Tann síðsta tíðin
  • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
  • Slóðir

Stráluviðgerð og leyst lív

 

Kostráð til teirra, sum hava fingið leyst lív av stráluviðgerð

 

Ráðini, sum vit veita her, eru strong. Tá opningurin er vanligur, hevur tú fríari ræsur til at velja matin.

 

Góð ráð:

•Et lítið í senn, men ofta (uml. triðja hvønn tíma).

•Drekk hóvliga og ofta.

•Drekk lítið av brennivíni og kaffi. Hesi kunnu fáa tarmarnar at arbeiða óneyðugt.

•Et og drekk ikki ov heitt ella ov kalt.

•Kóka grønmeti í staðin fyri at eta tað rátt.

•Et ikki mat, sum gevur nógva luft (kál, leyk, ertrar, purrur og blomkál) og drekk ikki nakað við kolsýru í (sodavatn, danskt vatn og øl).

•Vel niðursjóðaða frukt ella kókaða frukt og ber.

 

Soltin matur

•Í matinum skal vera so lítið av feitti sum møguligt, ikki meira enn 50 g um dagin.

•Feittið eigur at hava nógvar ómettaðar feittsýrur (tær eru í matolju, plantumargarini, klænkimargarini, fiski o.ø.)

•Et fisk, rogn, skeljadjór, innvøl (livur, hjarta og nýrur), høsnarunga, hønu, kalkun, lunda og annað soltið kjøtuttanskinn og sjónligt feitt.

•Sker alt sjónligt feitt burtur.

•Smyr ikki smør og margarin upp á breyðið. Um taðer ringt at lata vera, smyr við klænkimargarini, ið inniheldur helvtina av feitti samanborið við plantumargarin.

•Nýt minst møguligt av feitti, tá tú gert mat.

•Et helst ikki mat, sum er stoktur á pannu.

•Et heldur kókaðan og dampaðan mat, ella grillaðan mat úr ovni.

•Tá tú gert sós, tak alt feittið oman av soðnum og javna við mjøli ella maizena.

•Alt breyð, keksir og køkur skulu innihalda sum minst av feitti.

•Kóka ymiskan greyt við vatni. Et rís, pasta og eplir.

•Dámar tær væl søtt, et so súltutoy, hunang og vanligbomm heldurenn sjokulátu, konfekt og marsipan. Eisini kanst tú keypa ella kóka fruktgreyt,menet helst ikki hindber og turkaða frukt (rosinur, dadlur, sviskur,abrikosur og fikur)

 

Tað eru ikki nógvar feittloysiligar vitaminir í einum ófeitum kosti. Hetta er serliga galdandi fyri A- og D-vitaminir. Tí verður mælt til at taka eina multitabs ella eina barnaskeið av lýsi hvønn dag. Við at venda tær til sjúkrasystur, kostráðgeva ella lækna, kanst tú eisini fáa ráð, um tú fert aftur, tí tú í longri tíð hevur etið soltnan mat.

 

Laktosufátækur matur (mjólkarfátækur)

Um mjólkasukrið (laktosan) ikki verður niðurbrotið og upptikið í tarmunum, kann hetta føra til gering og luftin økist. Hetta kann eisini elva til leyst lív. Fá tí fatur í mati, sum ikki inniheldur mjólk ella turrmjólk. Les vørulýsingina væl. Turr mjólk er ofta í lidnum vørum, sum vit keypa (suppur, sósir, budingur, pylsur, livraposteik og rørt fars).

 

Mjólkarfátækur kostur inniheld ur ofta lítið av kálki.

 

Soltin ella hálvsoltin ostur kann og eigur at verða etin dagliga og/ella kálkískoyti.

 

Summir sjúklingar tola smáar nøgdir av súrgaðum úrdráttum (AB-mjólk, súrgað mjólk, blak og soltið jogurt). Fylg við, hvat tú tolir. Í summum handlum fæst soyamjólk, hvar ongin laktosa er í og sum tí kann nýtast.

 

Laktosuovurviðkvæmi kann vara í stytri ella longri tíð. Ofta fer hon burtur, tá viðgerðin er liðug. Tí skalt tú eisini gevast við dietinum so skjótt, tú aftur tolir laktosu.

 

Hvat kanst tú eta?

 

Grønmeti og epli

Et heldur kókað enn ráða grønmeti, t.d. kókað og bakað epli heldur enn stokt og pannuhitað epli. Fyri at minka um lufttrupulleikarnar mást tú eisini leggja av at eta kál, ertrar, turkaðar bønir, purrur og leyk. Hesi eru tung at sodna.

 

Frukt og ber

Et kókaða ella niðursjóðaða frukt. Sorbet kann eisini verða etin í minni mongdum.

 

Mjólk og mjólkaúrdráttir

Royn, um tú tolir eitt sindur av jogurt, AB-mjólk, soltnum ella hálvsoltnum osti og smyrjiosti. Halt teg burtur frá søtmjólk, róma, súrróma, turrmjólk, feitum osti, smáttuosti ella ísi.

 

Egg

Í eggjahvítanum er einki feitt, so honum kanst tú eta so nógv av, sum tær lystir. Í eggjablommuni er umleið 6 gr. av feitti, men tú kanst kortini eta eini tvey til trý egg um vikuna.

 

Fiskur og skeljadjór

Et øll sløg av fiski og skeljadjórum. Et eisini fisk sum viðskera upp á breyð. Et kortini ikki fiskafars, ið er rørt saman við mjólk, turrmjólk ella tálg. Et heldur ikki fiskalivur.

 

Flogfenaður og kjøt

Et helst reint og ljóst kjøt (høsnarunga og kalkun). Sker alt skinn og sjónligt feitt burtur. Et ikki keypt rørt fars ella pylsur.

 

Breyð og kornúrdráttir

Et breyð og keks við so lítlum feitti í sum møguligt, greyt kókaður við vatni, rís, pasta, spagetti og makaroni. Et ikki keypt smurt breyð, greyt kókaður við mjólk og morgunmatarblandingar við nøtum í.

 

Feitt

Et so lítið feitt sum møguligt. Lat tað feitt sum tú etur, vera ómettað, t.d. matolja, plantumargarin og klænkimargarin. Et ikki majones, feitar sósir, smør, salatdressing, nøtur, mandlur og peanuts, tí tað er nógv feitt í teimum.

 

Søtmeti

Et súltutoy og hunang, drekk saft og sodavatn í smáum mongdum. Et ikki sjokulátu og konfekt.

 

The 'TemplateColumn' module could not be found

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim