Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Fá hjálp

  • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
  • Umsókn um fíggjarligan stuðul
  • Sosialráðgevi
  • Hjálparbólkar
  • Facebookbólkar
  • Donsk sjúkujournal
  • Seinárin
  • Seksualitetur
  • Rørslutilboð
  • Enn kvinna - filmur
  • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
  • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
  • Tann síðsta tíðin
  • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
  • Faldarar
  • Slóðir

Leyst lív

 

Tað kunnu vera ymsar orsøkir til leyst lív. Heilivágur (t.d. penisillin), kemoterapi, stráluviðgerð móti maga og koku, skeiv føðsla, skurðviðgerð í tarmunum, eisini ótti og fjáltur, sum fylgir við sjúku og viðgerð, kunnu bæði hvør sær og saman elva til leyst lív. Varandi leyst lív kann elva til undirskot av føðsluevnum. Kroppurin verður drenaður fyri vitaminir, miniralir og vatn, og vandin fyri at fáa bruna økist. Tá er heilsustøðan vanliga vánalig. Sodningin kann betrast við at broyta matvanarnar, men ger tað í samráð við sjúkrasystur, lækna ella kostráðgeva. Tá ið viðgerðin er liðug, fara tarmarnir vanliga at starva sum áður.

 

Vætujavnvágin má fáast í rættlag aftur

 

Tað er neyðugt at vinna vætumissin aftur. Drekk kola, sodavatn, danskt vatn (rør í glasinum, áðrenn tú drekkur, fyri at fáa nakað av kolsýruni burtur), súrepla- og tomatdjús (tynt), vatn, blábersaft, buljong, djús við sukri og salti í, ríssoð smakkað til við salti og sukri. Blábersuppa og vanlig havrasuppa gagnar summum væl, eisini kann havrasuppan smakkast til við saft. Alt, sum verður drukkið, skal hava stovuhita. Drekk ikki ov heitt ella ov kalt. Drekk mest millum máltíðirnar.

 

 

Vel millum nógvan ymiskan mat, tá tú hevur leyst lív

 

Royn ymiskt og et tað, tær dámar best: eplir, rís, pasta, bleyttkókað egg, kókað grønmeti, niðursjóðaða frukt, kókaða, flustað frukt, búnar bananir, franskbreyð, breyð og bollar uttan sáður, fræ og kjarnur, flogfenað (lunda, høsnarunga, hønu og kalkun uttan skinn), fisk, soltnan ost og ófeitar súrmjólkaúrdráttir. Et soltnan mat.

Smyr ikki smør upp á breyðið, et soltnan viðskera, sker alt sjónligt feitt burtur. Kókaður, dampaður matur ella ovnsrættir eru betri at eta, enn matur, sum er stoktur á pannu.

 

“Husk” við kálki í (fæst í hondkeypi) er gott at tillaga magan við.

 

Et helst ikki feitan, royktan og stoktan mat, og drekk ikki ov nógv av tí, sum kolsýra er í. Tú mást helst ikki eta rátt grønmeti, ráa frukt, heilar nøtur, kryddaríir og mat við nógvum tægrum, t.d. hvíttkál, purrur, leyk, ertrar, bønir, blomkál og mais. Annar matur, ið kann volda trupulleikar er: Turrmjólk, mjólkasjokuláta og søtmeti, sum er søtað við sorbitol.

 

Mjólk

 

Royn ikki at drekka mjólk eina tíð. Mjólk kann vera orsøk til leyst lív. Mjólkasukurið, sum er í mjólk, kann vera ringt at sodna hjá nógvum krabbameinssjúklingum. Tað er møguligt, at tú tolir hesi mjólkasløg betri: Ófeitt jogurt, AB mjólk, blak og aðrar ófeitar súrmjólkaúrdráttir, soltnan ost ella mjólk við lítlari nøgd av mjólkasukuri.

 

Hevur tú leyst lív, kann niðursjóðað ella kókað frukt hjálpa.

 

 

Góð ráð móti leysum lívi

 

• Drekk nógv, minst 2 litrar um dagin (drekk ikki søtmjólk, hálvskúmaða mjólk ella skúmaða mjólk).

• Et altíð smáar máltíðir.

• Et mat, ið sodnar lætt.

• Lat eitt sindur eyka av salti í bæði mat og drekka.

• Les altíð vørulýsingina á teimum matvørunum, sum tú keypur í handlinum, so tú veitst, um tú kanst eta tað ella ikki.

• Tosa við læknan um trupulleikarnar, ið tú hevur við leysum lívi.

• Drekk vatn við salti og sukuri í (gevur eisini orku).

• Et rá, rivin súrepli.

• Et kókað pasta, grønmeti og eplamorl.

• Et breyð uttan kjarnur.

• Drekk blábersuppu, rís- ella eplasoð, og tunna havrasuppu (tað kann vera betri enn sukur- og saltloysingar).

 

Et ikki grønmeti við nógvum tægrum (brokkoli, meis, bønir, ertrar, kál, blomkál og leykur). Tú kanst gott eta egg, men tey skulu kókast til hvítin er samanlopin. Hartkókað egg saman við rækjum ella soltnum kjøti av t.d. høsnarunga ella kalkun, er ein góður millummáli, men kann eisini etast sum høvuðsmáltíð.

 

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim