Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Fá hjálp

  • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
  • Umsókn um fíggjarligan stuðul
  • Sosialráðgevi
  • Hjálparbólkar
  • Facebookbólkar
  • Donsk sjúkujournal
  • Seinárin
  • Seksualitetur
  • Rørslutilboð
  • Enn kvinna - filmur
  • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
  • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
  • Tann síðsta tíðin
  • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
  • Faldarar
  • Slóðir

Krabbameinssjúklingum tørva rættan og fjølbroyttan kost

Undir sjúku og viðgerð økist tørvurin á orku og eggjahvítaevnum (proteinum). Viðgerðin av krabbameini hevur til endamáls at týna kyknur, ið vaksa uttan fyrilit, t.e. krabbameinskyknur, men frískar kyknur verða eisini raktar. Til at byggja upp nýggjar, frískar kyknur og til at styrkja mótstøðuførið, er neyðugt at kroppurin fær nóg mikið av røttum, fjølbroyttum kosti.

 

Hvat er fjølbroyttur kostur?

Ongar ávísar matvørur ella ávísir bólkar av matvørum hava alla føðslu, ið kroppinum tørvar. Verða matvørurnar býttar upp í seinni nevndu fýra bólkar, og tú etur eitt sindur úr hvørjum bólki hvønn dag, fært tú ein fjølbroyttan kost.

 

1. frukt og grønmeti:

Í ráum, kókaðum ella kroystum grønmeti, frukt og berum eru vitaminir, mineralir og tægrir, ið kroppinum tørvar.

 

2. fiskur, kjøt, egg og nøtir:

Í fiski, grind, kjøti, skeljadjórum, fugli, ljósum kjøti (høsnarungi og kalkun), eggi, osti, bønum og nøtum eru nógv eggjahvítaevni og harafturat vitaminir og mineralir. Í feitum fiski eru nógvar A- og D-vitaminir.

Týðandi vitaminir, mineralir og tægrir eru í fruktum og berum. Hesi føðsluevni fáast eisini úr grønmeti, antin ráum, kókaðum ella saftkroystum. Úr fiski fært tú bæði eggjahvítaevni og týdningarmikil mineralir. Er talan um feitan fisk fært tú eisini tær feittloysiligu A og D vitaminirnar. Kolvæta, eggjahvítaevni, tægrir, vitaminir og mineralir eru í kornúrdráttum, sum t.d. breyði, pasta og morgunmatarblandi. Somu evni eru eisini í rísi, ymsum fræi og greytum.

 

3. kornúrdráttir:

Í breyði, pasta, rísi og korni er nógv kolvæta (kolhydrat), ymiskar nøgdir av eggjahvítaevnum, tægrum, vitaminum og mineralum, sum øll eru týdningarmikil fyri kroppin.

 

4. mjólkaúrdráttir:

Mjólk og mjólkaúrdráttir, ostur, smør, jogurt, ísur og eftirrættir gjørdir úr mjólkaúrdrátti, geva okkum íkast av eggjahvítaevnum, feitti, vitaminum og mineralum.

 

 

Tapir tú teg? ansa eftir likamsvektini

Tað kunnu vera ymsar orsøkir til, at tú fert aftur, tá tú ert sjúkur. Sjálv sjúkan kann gera tað torført at tyggja, svølgja og sodna matin. Sjúkan kann eisini vera atvoldin til vánaliga føðsluupptøku, ringan matarlyst og harafturat kann viðgerðin gera tað enn verri.

Nakrir sjúklingar eru ov feitir, tá sjúkan verður staðfest, nakrir fitna av viðgerðini. Uttan mun til orsøk, so er hetta ikki rætta tíðin at klænka seg.

 

Ávaringarskipanin hjá kroppinum er viknað

Krabbameinssjúklingar hava serliga stóran tørv á føðsluevnum og orku. Svongd kennist ikki í sama mun sum vanligt, tí ávaringarskipanin er farin av lagi. Tað er tí neyðugt, at tann, ið er um hesar sjúklingar, altíð hevur hetta í huganum og er við til at seta neyðug tiltøk í verk.

 

Møði

Nógvir krabbameinssjúklingar føla seg ússaligar og eru móðir. Sjúkan, sálarliga støðan og viðgerðin eru atvoldin til møðina og hetta hevur øktan tørv á svøvni og hvíld við sær. Henda møðin kann vera atvoldin til, at sjúklingurin ikki orkar at eta og tískil ikki fær nóg mikið av føði.Hesi ráð kunnu hjálpa:

 

* Et lættgjørdan mat, so sum egg og mjólkaúrdráttir.

 

* Et skerpikjøt, turra grind, turran fisk og spik í smáum nøgdum, ostabitar, rækjur, nøtir, mandlir, fríska og turkaða frukt, grønmeti, barnagreyt og barnamat í gløsum.

 

* Ymiskar dessertir og lidnir døgurðarættir, ið eru klárir at seta í ovnin, kunna keypast í handlinum.

 

* Et, tá tú følir teg best til passar.

 

* Drekk føðsluríkar drykkir, her er serstakliga hugsað um orkuríkar drykkir, við nógvum eggjahvítaevni í, sum tú antin kann gera sjálv/sjálvur ella keypa á apotekinum.Bið sjálv/sjálvur um hjálp

 

Tað er ikki altíð lætt hjá avvarðandi og røktarstarvfólkum at skilja tørvin hjá hvørjum einstakum sjúklingi, sjálvt um tey fegin vilja stuðla og geva góð ráð. Tú mást sjálv/sjálvur gera nakað fyri at fáa ta føði, ið tær tørvar, við at siga frá, bæði hvat tú ynskir og hvat tú tolir at eta. Røktarstarvsfólk og kostráðgevi hjálpa fegin at gera eina kostætlan.

 

Et tann mat tær dámar, og sum tú hevur hug til – eitt sindur er betri enn einki.

Undir sjúku, serstakliga tá sjúklingurin hevur fepur og leyst lív, vaml og spýggju, hevur tað enn størri týdning at drekka nógv.

Um tú ikki fær nóg mikið av vætu, verður tú illa til passar, høvuðverk, ørur (svimmul) og í ørviti.

Drekk tað rætta. Hugsast skal ikki bert um, hvussu nógv, men eisini um hvat drukkið verður.

 

Hetta er gott at drekka:

 

• Vatn

• Sodavatn

• Danskt vatn

• Pressað appelsinsaft

• Pressað gularótsaft

• Frukt- og grønmetisdjús (kanska tynt)

• Fruktsevja

• Mjólk

• Kakao

• Koldskál

• Maltøl

• Protein- og orkuríkir drykkir.

 

 

   

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim