Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

26-05-2017

Kom og gakk - Gongu½maraton leygardagin 3. juni


Les um Sofus Johannesen frá Gjógv sum gekk ½maraton í fjør og eggjaði øðrum at ganga.

Sofus eggjaði øðrum at luttaka

 

Sofus Johannesen frá Gjógv var ein av teim 192, sum gingu hálvt maraton á Tórshavnar Maraton leygardagin 4. juni 2016.Tá ið vit av fyrstantíð prátaðu við Sofus, hevði hann júst teknað seg, og ein av høvuðsorsøkunum var, tí hann sá hetta sum eitt gott høvi at leggja trýst á seg sjálvan og fáa gongd aftur á gongutúrarnar.  Sofus varð skurðviðgjørdur fyri krabba í fjør summar, men var heppin at sleppa undan eftirviðgerð, men viðgerðin var ein áminning um at ansa væl eftir heilsuni. 

 

Spurdur, hvussu gekst honum á gott 21 kilometra langa túrinum, letur Sofus væl at og sigur, at góða veðrið sjálvandi setti sín góða dám á upplivingina henda leygardagin. Á túrinum av Vaglinum í Havn og fram við Stond til Hvítanes gekk hann onkuntíð einsamallur og viðhvørt kom hann í prát við aðrar luttakarar. ”Tað er áhugavert at ganga eftir vegnum, sum eg vanliga bara koyri eftir, men til gongu fekk eg eyga á heilt aðrar smálutir, sum eg annars ikki gevi mær far um, tá ið eg siti í bili,” sigur Sofus.

 

Sofus hevði ikki sett sær nakað mál um at klára túrin innan ávísa tíð, men roknaði við, at túrurin fór at taka millum 4 og 5 tímar, og hóast hann gekk meginpartin av vegnum, rann hann tó eisini onkrar stuttar teinar.  Men tá ið hann vendi innan fyri elverkið á Sundi og hevði lagt helvtina av túrinum aftur um seg, vóru bara 2 tímar farnir, og tá fekk hann vónina um at klára túrin undir 4 tímar. ”Eg var fegin, at eg kláraði túrin í 3 tímar og 50 minuttir, og hóast eg ikki hevði eitt ávíst mál, so er altíð hugaligt, tá ið tað gongur betur enn væntað,” sigur Sofus væl nøgdur. Allar tríggjar systrarnar umframt ein systurdóttir vóru eisini á luttøkulistanum, so ikki kann sigast annað enn, at tað er flott umboðan frá systkjunum frá Gjógv. Jóhanna og Hergerð runnu, og Anna og systurdótturin Oddvør gingu hálvt maraton.

 

Tað, sum Sofus tó er allar fegnast um, er at hann undan túrinum hitti fleiri fólk á Vaglinum, sum komu til hansara og søgdu, at tey høvdu teknað seg til gangi½maraton, tí tey høvdu lisið um Sofus á netinum ella hoyrt hann greiða frá, at hann ætlaði sær at luttaka, og hesi hugsaðu, at um Sofus kláraði gongutúrin, so fóru tey eisini at klára tað. ”Hetta var ein góð uppliving, og eg fari heilt avgjørt at luttaka aftur næsta ár”, sigur Sofus Johannesen at enda.

 

Tilmelding til gongu½maraton 2017 https://app.lap.io/event/2017-torshavn-marathon, tilmeldingarfreistin er hósdagin 1. juni, kl. 18.00

 

Á myndini vinstrumegin frá: Sofus Johannesen, Oddvør Vang, Jóhanna Vang, Hergerð Heldarskarð og Anna Johannesen. Oddvør er systurdóttir Sofus og Jóhanna, Hergerð og Anna eru systrar hansara.

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim