27-11-2007
Arbeiðsbólkur skal gera krabbameinsætlan fyri Føroyar
Ætlanin skal í høvuðsheitum lýsa, hvussu fyribyrging, diagnostikkur, kanning, viðgerð, rehabilitering og tann palliativi (linnandi) stuðulin skulu skipast.
Yvirskipaðu rættindini hjá sjúklingunum í viðgerðargongdini, eins og skyldan hjá heilsuverkinum at veita áløgdu tænastuna sambært yvirskipaðu krabbameinsætlanini, skal við hesum gerast meira týðilig.
Arbeiðssetningurin hjá arbeiðsbólkinum, ið verður settur, er orðaður soleiðis:
Arbeiðsuppgávan hjá arbeiðsbólkinum er:
• at lýsa verandi støðu viðvíkjandi krabbameinsviðgerð í Føroyum,
• at lýsa, hvørjar avbjóðingar eru fyri framman viðvíkjandi krabbameinsviðgerð í Føroyum,
• at gera tilmæli um eina samlaða strategi fyri fyribyrging, diagnostik, kanning, viðgerð, rehabilitering og palliativan (linnandi) stuðul til sjúklingar við krabbameini.
• at gera tilmæli um, hvørji tiltøk kunnu verða sett í verk, fyri at styrkja krabbameinsgranskingina í Føroyum.
• at lýsa fyristingarligar, starvsfólkaligar og fíggjarligar avleiðingar av uppskotunum.
Umframt arbeiðsbólkin, verður eisini ein stýrisbólkur og ein breitt umboðandi tilvísingarbólkur settur.
Í fyrstu syftu verða stýrisbólkurin og arbeiðsbólkurin settir. Eftir at arbeiðið er komið í gongd, verður tilvísingarbólkurin settur.
Arbeiðið verður sett í gongd í byrjanini av desember mánaða og skal eftir ætlan verða liðugt í seinasta lagi 1. oktober 2008.
Á fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár er peningur settur av til ein skrivara/samskipara, ið burturav verður knýttur at hesum arbeiði.
Almanna- og heilsumálaráðið 27. november 2007