25-08-2014
Endurnýtsluhandil stuðlar Krabbameinsfelagnum
Í endurnýtsluhandilinum á Kjallnesi 3 í Kollafirði, sum Joan Lindenskov hevur og rekur, finnur tú mangt og hvat, alt frá góðum klædnapløggum til koppastell og heimagjørdar ullvørur. Ágóðin av endurnýtslu-søluni fram til januar 2015 fer til arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum.
Handilin hevur opið frá mánadegi til hósdag frá kl. 13.00 til 17.30 tá ber til, umframt at keypa lutir, eisini at lata brúktar lutir til handilin.
Krabbameinsfelagið takkar hjartaliga fyri stuðulin.
Á myndini sæst frá vinstru Joan Lindenskov, eigari av endurnýtsluhandilinum og høgrumeðin sæst Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum.