12-12-2007
Ljósareyða sloyfan 2007 - Livandi, sterk og kensluborin

Ein serlig ljósareyð sloyfa varð designað til átakið í ár móti bróstkrabba. Sloyfan er livandi og ber bæði styrki og kenslur. Væl varð tikið ímóti blusuni við nýggju sloyfuni á.
Í ár valdi Krabbameinsfelagið og Bót til Bata at fáa sniðgivið sína egnu sloyfu til átakið í oktober. Sloyfan verður millum annað nýtt á eini T-shirt í góðum kvaliteti, ið varð seld kring landið í oktober. Tað komu 157 .566 kr inn fyri sølu av blusuni og sloyfum í ár.
Sterk og kenslulig
Sloyfan er sniðskapað soleiðis, at hon kennist nærverandi og heit. Hon symboliserað tað viðbrekna í tí at fáa staðfest bróstkrabba, samstundis sum hon vísir ta styrki, ið ein slík støða krevur.
Sloyfan er teknað við einum pensli fyri gjøgnum strokið at bera fram tað organiska og nærstadda.
- Tað snýr seg um livandi menniskju, og tí mátti sloyfan ikki vera ov fín og einføld við skørpum reinum linjum. Tvørturímóti vildi eg hava fram nakað av tí grova og ófullfíggjaða. Sloyfan skuldi vera sterk og samstundis kensluborin – júst so sum ein kvinna, ið hevur bróstkrabba, sjálvandi hevur nógvar kenslur, men samstundis noyðist at vera sterk, sigur Puk Dyrby, art director hjá Sansum, ið hevur sniðgivið sloyfuna.
Jaliga ávirkan
Ljósareyða sloyfan er eisini sniðgivin í einari jaligari rørslu, so hon hevur jaliga ávirkan á tann, ið ber hana og á evnið, hon symboliserar. Sloyfan byrjar við megi og endar við einum løttum uppeftirvendandi svaggi – ið vísir á framhald, heldur enn ein enda.
Liturin er meira yvir í pink og ikki ov bleytt ljósareyður, júst við sama endamáli - at vísa tað kensluliga, men samstundis ta styrki, ið bróstkrabbi krevur.
Evelyn Lauder mamma at sloyfuni
Upprunaliga er tað Evelyn Lauder, dóttir Esteée Lauder frá heimskendu fyritøkuni við sama navni, sum fann uppá hugskotið við ljósareyðu sloyfuni fyri at seta fokus og savna inn pening til stríðið móti bróstkrabba.
Kring heimin bera kvinnur í oktobur mánaði sloyfuna sum eitt symbol uppá vón og stuðul í einum felags stríði ímóti krabba í bróstinum.
Evelyn Lauder hevur eisini sett á stovn Breast Cancer Research Foundation, ið letur pengar til gransking av bróstkrabba.
Takk fyri
Sum nevnt hevur ársins sloyfuátak givið 157.566 kr. og Føroya Felag Móti Krabbameini takkar hjartaliga fyri stuðulin.