20-05-2014
Hugnaløta fyri kvinnum, sum hava ella hava havt undirlívskrabbamein.

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í Undirlívi, til eina hugnaløtu . Hugnaløtan verður 26.mai kl. 19, á Krabbameinsfelagnum.
Oddbjørg Johannesen, psykoterapeutur fer at hava eina framløgu um, hvussu mindefullnes kann økja um lívsgóðskuna, og høvi verður eisini til prát og at hugnalig samveru.
Góðu kvinnir, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi !
Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í Undirlívi til eina hugnaløtu . Hugnaløtan verður 26.mai kl. 19, á Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, 100 Tórshavn.
Oddbjørg Johannesen, psykoterapeutur fer at hava eina framløgu um, hvussu mindefullnes kann økja um lívsgóðskuna, og høvi verður eisini til prát og hugnaliga samveru.
Skrá fyri kvøldið:
1. Vit fáa okkum ein drekkamunn, Beinta forkvinna í Undirlívsbólkinum bjóðar vælkomin.
2. Oddbjørg hevur framløgu um mindefullnes
3. Beinta og Hervør siga frá KIU landsfundi tær hava verið á í Danmark í aprílmánaða
4. Ymiskt
Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð.
Um tú ynskir at koma til hugnaløtuna, vinarliga boða frá í seinasta lagi fríggjadagin
23. mai, kl.15.00 á 317959 ella á teldupost: annamaria@krabbamein.fo
Vinarliga
Undirlívsbólkurin og Krabbameinsfelagið
Beinta Højsted og
Anna Maria Østerø
Á myndini er Beinta Højsted, forkvinna í Undirlívsbólkinum