25-03-2014
Skeið í húð og andlitsrøkt fyri kvinnur við krabbameini verður tann 30. apríl 2014

Krabbameinsfelagið skipar saman við Make-up Store fyri skeiði í andlitsrøkt og at leggja make upp. Skeiðið er fyri kvinnur við krabbameini. Skeiðið er ókeypis.
Vit vita at krabbameinsviðgerðin við t.d kemoterapi og strálum ávirkar útsjóndina, og er við til at geva eina broytta kroppsuppfatan. Hetta kann hava við sær, at kvinnan møguliga kennir seg meira sjúka, enn hon í veruleikanum er.
Kvinnur, sum eru raktar av krabbameini og sum fáa eftirviðgerð við kemoterapi og strálum kunnu styrkja um sjálvsálitið, um tær fáa upplæring og undirvísing í at røkta teirra útsjónd við góðari húðrøkt og make-up. Hetta ger eisini at tær kenna størri vælveru.
Vit vilja hervið bjóða kvinnum, sum eru raktar av krabbameini á skeið í húð, andlitsrøkt og at leggja make-up, soleiðis at tær kunnu fáa hugskot og nýggjan íblástur og hjálp til at varðveita útsjóndina og kenna seg væl.
Skeiðið verður í Make-up Store í Gongagøtu 6, 100 Tórshavn mikudagin 30. apríl 2014 kl. 17.00 – 20.00.
Vinarliga boða frá luttøku hjá Krabbameinsfelagnum á tlf. 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo
Vinarliga
Jansy Gaardlykke