21-03-2014
Samtalubólkur fyri teg, ið hevur mist makan av krabbameini, byrjar 23. apríl
Tað kann vera sera trupult at koma gjøgnum sorgina, tá ið ein missir makan av eirindaleysari sjúku. At hitta onnur í somu støðu, kann lætta um tunga, torføra og stundum einsliga stríðið at fóta sær aftur.
Tí skipar Krabbameinsfelagið fyri samtalubólki fyri tey, sum hava mist maka sín, orsakað av krabbameini.
Endamálið við at savna fólk, sum øll hava mist maka sín, er at geva tí einstaka møguleika at seta orð á og viðgera tær kenslur, tankar og trupulleikar, sum missurin av makanum gevur, og í gjøgnum samtalurnar við onnur í somu støðu, koma styrkt/ur víðari í lívinum. Samtalurnar eru sjálvandi í trúnaði.
Til at skipa fyri og leiða bólkarnar, eru sjúkrarøktarfrøðingar hjá Krabbameinsfelagnum, sum hava terapeutiska eftirútbúgving, eru í tøttum samstarvi við sálarfrøðing og hava drúgvar royndir við at arbeiða við fólki, sum eru í sorg og kreppu.
Mikudagin 23. apríl 2014 kl. 13 er fyrstu ferð at bólkurin kemur saman – hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, Tórshavn.
Hevur hetta tín áhuga, vinarliga boða frá luttøku á tlf 317959 ella skriva til kmf@krabbamein.fo innan 21. apríl 2014.
Vinarliga
Jansy Gaardlykke og Anna Maria Østerø
Krabbameinsfelagið