11-03-2014
Fyri teg, sum ert ung/ur og hevur ella hevur havt krabbamein

Krabbameinsfelagið bjóðar øllum ungum millum 14 og 25 ár, sum hava, ella hava havt krabbamein, at hittast til prát og hugnaliga samveru. Eisini er ætlanin at gera ymiskt stuttligt saman.
Fyrsta hugnaløta verður 31 mars kl.15 hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, Tórshavn.
Fyrsta hugnaløta verður 31 mars kl.15 hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, Tórshavn.
At hitta onnur ung, ið eins og tú hava fingið viðgerð fyri krabbamein, kann vera gevandi. Hetta at liggja á sjúkrahúsi, at sita og bíða í bíðirúmi áðrenn viðtalu, at hava eftirárin av viðgerð og so frameftir, kann vera torført at deila við onnur ung, sum ikki hava roynt tað. At vera saman við øðrum, sum tú kanst tosa við um tínar tankar og kenslur, ella bara vera saman – og tú veitst, at hini skilja tað, tú ert farin ígjøgnum, kann veruliga geva orku og styrkja teg á lívsleiðini.
Um hetta hevur tín áhuga, boða frá luttøku á telefon nr 317959 ella á teldupostbústaði kmf@krabbamein.fo innan fríggjadagin 28. mars
Vinarliga
Krabbameinsfelagið