11-03-2008
Sjálvhjálparbólkur fyri teg, sum hevur mist maka
Tað kann vera sera trupult at koma gjøgnum sorgina, tá ein missir makan av eirindaleysari sjúku. Føroya Felag móti Krabbameini bjóðar tær, sum hevur mist makan av krabbameini og tørvar stuðul at koma gjøgnum sorgina, at hitta onnur í somu støðu.
Ætlanin er at skipa fyri samtalubólki, har avvarðandi hitta onnur í somu støðu saman við professionellum ráðgevum innan sorg og krabbamein.
Málið við bólkinum er at geva tí einstaka møguleika at seta orð á og viðgera tær kenslur, sum tapið av makanum setur í gongd og gjøgnum samtalur í bólkinum at fáa stuðul at koma styrkt/ur gjøgnum sorgina.
Ráðgevar vera Kathrina L. Joensen, sálarfrøðingur og Margret Mortensen, ráðgevandi onkologiskur sjúkrarøktarfrøðingur.
Hevur hetta tín áhuga, kanst tú venda tær til krabbameinsfelagið, so taka vit eitt prát og greiða nærri frá ætlanini.
Ring tlf. 31 79 59 millum kl. 13 og kl. 15 (frá mánadag til fríggjadag)