17-02-2014
Innbjóðing til fund hjá sjálvhjálparbólkinum fyri "Menn ið hava, ella hava havt prostata krabba

Fundurin verður mikukvødið 5. mars 2014 frá kl. 19.00 til 21.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum úti á Grønlandsvegi 58.
Skráin fyri kvøldið sær soleiðis út:
Skráin fyri kvøldið sær soleiðis út:
• Byrjað verður við at fáa sær ein drekkamunn.
• Vælkomin.
• Presentatión av møguligum nýggjum luttakarum.
• Spurningar frá luttakarum – møguliga hevur onkur okkurt uppá hjarta
• Ymisk kunning um nýggjar viðgerðar hættir
• Eru spurningar um okkurt, ið kom fram á tiltakinum Menn og krabbamein 27. januar?
• Møguligt tjak – orðið frítt.
• Uppskot av evnum til komandi fund.
NB: Um tú kennir onkran sum er í somu støðu sum vit menn, ið hava, ella hava havt, prostata krabba – eru hesir altíð vælkomnir, at vera við.
Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma til fundarkvøldið í seinasta lagi mánadagin 3. mars kl. 15.00, á telefon 317959 ella umvegis teldupost: ffk@krabbamein.fo
Vinarliga
Eirikur Ólason Simonsen, fm