23-01-2014
Krabbameinsfelagið 35 ár
.jpg)
35 ár, 35 súkklarar – øll kunnu stuðla!
Í ár eru 35 ár síðani Krabbameinsfelagið varð stovnað. Í summar seta 35 føroyskir súkklarar kós ímóti Eiffeltorninum í París. Tey vera við í Team Rynkeby Føroyar, og er endamálið at savna pening til føroysk børn við krabbameini og familjur teirra.
TÍÐINDASKRIV
Tiltakið er skipað í samstarvi millum Krabbameinsfelagið og Team Rynkeby Føroyar. Team Rynkeby er eitt altjóða vælgerðarsúkklulið, sum á hvørjum ári súkklar til París, at savna pening til børn við krabbameini og familjur teirra. Í ár er Team Rynkeby sett saman av 1.200 súkklarum og 260 hjálparfólkum á 26 liðum úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Finnlandi, Noregi og Avstralia. Ein long røð av sponsorum, stuðla fíggjarliga. Meira kann lesast um hetta á heimasíðuni www.team-rynkeby.fo
Peningurin, sum kemur inn í sambandi við súklingina hjá Team Rynkeby Føroyar, fer til gransking ímun til børn og krabbamein, og til at stuðla børnum við krabbameini og familjum teirra. Ein minni partur fer til danska Børnecanserfonden, sum stuðlar føroyskum børnum, sum fáa viðgerð fyri krabbamein í Danmark.
Øll kunnu stuðla við at lata pening til átakið. Tað gerst við at fara inn á heimasíðuna www.krabbamein.fo
Áhugin fyri at sleppa við á Team Rynkeby súkkluliðið er sera stórur í Føroyum og hinum londunum. Av tí at talið á plássum er avmarkað, er kappingini hørð. Liðini verða samansett so fjølbroytt, sum til ber, bæði við royndum og óroyndum súkklarum, og í mun til kyn, starv og bakgrund annars. Øll kunnu søkja. Til ber at søkja um at sleppa við á liðið, sum fer avstað á sumri 2015 – við at fara inn á heimasíðuna www.team-rynkeby.fo
Um spurningar eru kunnu tit seta tykkum í samband við Krabbameinsfelagið.
Vinarliga
Jansy Gaardlykke
Dagligur leiðari
Á myndini síggjast frá vinstru: Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari á Krabbameinsfelagnum, Magnus Magnussen, Alfred Hummerland, Finn Danberg og Aksel Haraldsen fyriskiparir av Team-Rynkeby Føroyar. Longst til høgru er Carl Erik Dalbøge Team Rynkeby Manager